Skeljar
Oyri: Vertíðin, tá ið roynt verður eftir jákupsskel eystanfyri, byrjar nú aftur. Veiðiloyvið er galdandi fram til endan av februar.
Skeljaveiðan, sum nú hevur meira enn 30 ár á baki, hevur verið rættiliga støðug í nógv ár; hon hevur ligið rundan um tey 4000 tonsini um árið. Men okkurt árið vignast veiðan verri enn miðal. Eitt av hesum árunum var seinasta ár, tá ið vertíðin ikki hildnaðist.
Sofus Poulsen, stjóri, sigur, at veðurlíkindini háttaður sær ikki væl síðsta heyst og síðsta vetur, og skeljarnar vóru ikki vaksnar, sum hann tekur til.
Spurdur, um vánaligi gróðurin í sjónum kann hava havt týdning fyri vøksturin, sigur hann, at tað ivast hann onga løtu í.
- Aftrat hesum kemur, at líkindini royndust illa. Norðheim, sum hevur dreggjað eftir skeljum síðan 1979, gevst at fiska, tá ið vindurin kemur uppí 15 m/sek. Lítið og einki kemur burtur úr at royna, tá ið ruskut er í sjónum, tí dreggið fer at "hoppa" eftir botninum.
Sofus vónar, at komandi vertíðin fer at roynast betur enn hin seinasta, nú góðurin í sjónum er munandi betur enn í fjør.
Klassaður
Norðheim hevur annars verið til 4-ára klassing á Tórshavnar Skipasmiðju í summar, og seinastu dagarnar hevur skipið ligið í Runavík, har maskinverkstaðurin, FJM, hevur umvælt bond og annað umborð. Skipið hevur eisini fingið satelit-skipan, sum nú er eitt krav.
Skeljabáturin er nú so gott sum klárur at fara til fiskiskap. Seks mans eru við Norðheim, og teir ganga 6 og 6, sum tað eitur.
Teir flestu hava verið við skipinum í fleiri ár og í tíðini, meðan skipið liggur, plaga skipari og maskinmeistari at vera knýttir at skipinum í samband við bedingsarbeiði og umvælingar annars.
Men hvat taka so hinir av manningini sær fyri, tá ið skipið liggur í tíðarskeiðinum frá mars til august?
- Í fyrsta lagi fær manningin vanliga eina hampiliga ársinntøku teir sjey mánaðirnar, ið fiskað verður. Meðan teir eru í landi, smíðar onkur, onkur rør út og onkur fæst við bóndaskap, sigur Sofus.
18 fólk á landi
Eini 18 fólk arbeiða á Skeljavirkinum á Oyri, tá ið vertíðin er. Gongst sum ætlað, landar Norðheim livandi skeljar einaferð um samdøgnið, og vanliga gevur ein túrur ein arbeiðsdag hjá hesum 18 fólkunum. Fellir tað nú soleiðis, at landað verður leygardag, verður eisini arbeitt á virkinum leygardag.
Øll framleiðslan hjá Skeljavirkinum verður seld til Fraklands.
Vit kunnu leggja aftrat, at fyrstu royndirnar, sum Poppy gjørdi at veiða skeljar undir Føroyum, vórðu gjørdar í 1969. Árið eftir ? í 1970 ? byrjaði so O.C.Joensen at virka skeljar á Oyri.
Felagið keypti Norðheim í 1979, tá ið skipið, sum tá var eitt ídnaðarskip við sama navni, var farið av knóranum.
Eitt av nøvnunum, Norðheim áður hevur havt, er Bjarnoy.