Skeljarnar eru eftir á Oyri

Tað var tann tíð, tá nógv rækju-og skeljavirksemi var á Oyri, men í dag eru bara skeljarnar eftir

OYRI

Eins og rækjuævintýrið hjá føroyingum tódnaði, tá umstøðurnar hjá okkara rækjuflota broyttust, helt virksemið á rækjuvirkinum á Oyri eisini uppat. Gamla felagið á Oyri, sum rak rækju-og skeljavirksemi, var O.C. Joensen, har eitt nú Edmund Joensen í fleri ár var ein av profilunum og eigarunum.
Í nýggjari tíð seldu tey, sum áttu meirilutan í O.C.Joensen, meirilutan av virkseminum til Thor í Hósvík, sum síðan hevur rikið tað virksemið, ið eftir var, víðari.
Hóast eingin rækjuframleiðsla hevur verið á Oyri longu í fleiri ár, hevur skeljavirksemið, sum er vertíðarvirksemi, hildið fram.
Skeljabáturin Norðheim er framvegis virkin, tá vertíðin er, og har hava nakrir mans sín fasta kjans.
Uppi á landi er framvegis skeljavirksemi um veturin, har nøkur fólk eru í arbeiði í vertíðini, men nú verður ein partur av hesum arbeiði gjørdur uttanlands.