Skeljakanningin er stutt

.

Í greinini um royndartrolingina eftir Jákupsskel, sum Norðheim fer at gera norðanfyri, skrivaðu vit í gjár, at hendan fyrsta kanningin fór at vara tveir mánaðar.

Tað fer hon eisini, men sjálv trolingin verður bert í fjúrtan dagar.

Tað er øll kanningin, við botnkanningunum og slíkum, sum fer at taka tveir mánaðar hjá Fiskiransóknarstovuni at gera.