Skeldast um smápengar

16.000 krónur skilja Strandferðsluna og Tórshavnar kommunu. Nólsoyingar eru tapararnir.

 

Stríð hevur sum ikki einaferð tikið seg upp millum Strandferðsluna og Tórshavnar kommunu. Hesaferð snýr tað seg um bíðirúmið á bryggjuni í Nólsoy.

 

Sambært Boga Andreasen, formanni í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, vil Strandferðslan ikki longur rinda fyri bíðirúmið í Nólsoy og tí verður tað stongt.

- Hetta er púra óskiljandi. Tað er ein landsuppgáva at røkja siglingina. Og tað er eisini ein landsuppgáva at hava góðar umstøður til ferðandi, áðrenn tey fara umborð á skipið, sigur hann.

 

Orsøkin er, at Strandferðslan hevur sagt avtaluna við Tórshavnar havn upp. Árliga leigan hevur verið 16.000 krónur.

 

Les eisini: Strandferðslan steingir fyri nólsoyingum

 

Ferðafólkatalið á Nólsoyarleiðini er økt nógv seinastu árini, og Bogi Andreasen heldur, at tað er eitt stórt afturstig at steingja bíðirúmið.

- Hetta er eru smápengar, men tað gagnar og hevur týdning fyri bygdarfólkið. Fólk hava verið glað fyri tilboðið at kunna bíða innandura eftir Ternuni. Serliga summarhálvuna eru nógv ferðandi, sum ikki hava nakað staðni at fara inn. Tí er hetta eitt stórt afturstig fyri øll ferðandi, sum ikki kenna seg vælkomnan, tá ið tey einki ordiligt stað hava at bíða eftir bátinum, sigur hann.

 

Hann heldur, at tað er ikki meiri enn nátúrligt, at Strandferðslan nýtir øktu inntøkurnar frá Nólsoyarleiðini á staðnum.

-  Tí er tað púra burturvið, at Strandferðslan brúkar inntøkur frá Nólsoyarleiðini til útreiðslur á øðrum stað. Landsmyndugleikarnir áttu sjálvandi at brúkt peningin á staðnum. Og teir áttu heldur at sett meira inn og gjørt umstøðurnar betri, sigur býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum.