Elin Lindenskov, býráðslimur
????????????????????????
Soljóðandi bræv er sent fíggjarnevndini í Tórshavnar kommunu 15. januar 2004 viðvíkjandi starvsfólkapolitikkinum hjá Tórshavnar Býráð:
Vísandi til bræv frá álitisfólkunum, í Tórshavnar kommunu, til fíggjarnevndina, dagfest 19.12. 2003, fari eg við hesum at biðja um at fíggjarnevndin tekur mál nr: 200302381 uppaftur til nýggja viðgerð á fyrstkomandi fíggjarnevndarfundi.
Sum limur í serstaka ráðgevandi arbeiðsbólkinum, kann eg als ikki góðtaka framferðarháttin í hesum máli. Eg fór av fundi í serstaka ráðgevandi arbeiðsbólkinum við teirri trúgv, at málið sjálvsagt fyrst skuldi leggjast fyri stjórnina, síðani álitisfólkini har møguligar rættingar skuldu gerast, áðrenn fíggjarnevndin tók støðu og reglurnar settar í gildi.
Framferðarhátturin í hesum máli er púra burturvið, tí mæli eg til at steðga ígildiskomuni av reglunum beinanvegin. Síðani at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð og tá brúka røttu mannagongd vísandi til grein 2 í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Tórshavnar kommunu.










