Skeivt av Tony Blair at vitja Gadafi

Fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin, Thorbjørn Jagland, heldur, at tað var skeivt av Tony Blair at vitja libyska leiðaran.

Thorbjørn Jagland, sum nú er formaður í uttanríkisnevndini hjá Stórtinginum, heldur lítið um ta søguligu vitjanina hjá bretska forsætisráðharranum í Libya í síðstu viku.
- Menn tosa um eitt demokratiskt Stórmiðeystur, og tað fyrsta, ein av teimum fremstu ger, er at vitja ein av einaræðisharrunum har. Mær kunnugt verður libyska fólkið ikki betur viðfarið nú enn fyrr, sigur Thorbjørn Jagland við Aftenposten. Hann heldur eisini, at tað var illa umhugsað av Blair at fara til Libya bara nakrar fáar dagar eftir, at ísraelsmenn avrættaðu Hamas-leiðaran Ahmed Yassin.
Thorbjørn Jagland vitjaði í síðstu viku palestinska forsetan, Yasser Arafat, og hann heldur, at politikkurin hjá ísraelsmonnum og Vesturheiminum at avbyrgja Arafat tænir ikki ætlanini um demokrati í Miðeystri.
- Tað fyrsta stigið til veruligt demokrati í Miðeystri er eitt palestinskt ríki, sum helst verður eitt meiri nútímans demokratiskt samfelag enn tey flestu av hinum londunum í økinum, sigur Thorbjørn Jagland.