- Sjálvandi skulu vit vera fólkalig, og um eg hitti Nyrup á gøtuni, so fari eg sjálvandi at heilsa uppá hann, men eg fari ikki at hitta hann, sigur Jógvan Sundstein og skemtar: Hann verður ikki boðin til slíkt longur, nú hann er farin úr politkki.
- Kann tað ikki fatast sum barnsligt firtni at venda Nyrup bakið?
- Nei, tað haldi eg ikki. Nyrup kemur sum forsætisráðharri til Føroya í ørindum, sum hann vil brúka politiskt, og til sín fyrimun.
Vit skulu Ikki tosa politikk við Nyrup
- Tað, sum føroyingar hava at siga honum, kann bíða til seinni, tá nøkur ting eru avklárað. Um Nyrup kemur hendavegin at halda Ríkisfund, so er tað í lagi, men tað er kortini skeivt at tosa politikk júst nú. Har- fyri nýtast vit ikki at vera ófólkalig.
- Kundi tað ikki verið ein møguleiki hjá politikararunum at siga Nyrup nøkur álvarsorð, sum alt ov leingi hava verið tagd burtur?
- Her skulu vit vera varin, tí vit kunnu enda við at gerast hentir býttligar. Eg haldi, at tað er skeivt av løgmanni soleiðis at lata seg brúka. Vit hava latið okkum lumpa. Nú er nóg mikið, sigur ein avgjørdur Jógvan Sundstein.
Danir hava áður
sagt ósatt
Hann heldur at tíðin at tosa saman kemur, tá bankakanningin er av. Um úrslitið ikki verður so soltið hjá okkum, so skulu vit bíða til vit kenna úrslitið.
- Vit skulu vera formel, og ikki billa okkum nakað inn, tí danir hava áður sagt ósatt, og sum sagt - løgmaður átti ikki at góðtikið at Nyrup kom hendavegin, júst nú.