Oljumessa
Jan Müller
an@sosialurin.fo
-Vit halda tað vera skeivt at sleppa hesum, nú vit hava fingið fatur í onkrum endum sigur stjórin í Beras, Kenneth Rasmussen, sum hevur verið við til tær flestu oljumessurnar í Aberdeen seinastu árini. Vit vita ikki, nær nakað veruligt hendir, nær eitt gjøgnumbrot verður, men eg eri sannførdur um, at tað fer at henda. Við hesum sipar Kenneth Rasmussen til komandi boringar á landgrunninum. Hann hevur stórar vónir til leitivirksemið, sum verður komandi ár. Og er tað m.a. hetta, sum er drívmegin, tá eitt felag sum Beras so trúliga er við á oljumessum. Fyri at vísa flaggið, fyri kundarøkt og fyri at vísa umheiminum, at vit sjálvi trúgva uppá eina oljuvinnu her á landi.
Sjálvur heldur Kenneth, at tað var meiri áhugi aftur fyri Føroyum nú enn tað hevur seinastu árini og er orsøkin helst 2. leitiumfar. Umboð fyri nøkur av teimum nýggju og stóru oljufeløgunum vitjaðu á básinum, eitt nú Chevron, sum er eitt av mest virknu feløgunum á Atlantsmótinum.
Hóast man hevur bíðað "leingi" eftir einum gjøgnumbroti í leitingini, so telist Kenneth millum teirra, sum halda, at tað kann geva úrslit av hava tol. Hann vísir á menningina av havnini og umstøðunum í Runavík. Her verður so bara bíðað eftir, at virksemi skal fara í gongd aftur. Tað hevur so ligið í dvala í eina tíð, men eg haldi, at tað nú verður arbeitt við at skrúva tingini soleiðis saman aftur, at man kann vera klárur, tá tíðin er búgvin. At man ansar eftir ikki at missa førleikan til ta tíð.