Skeivt at siga skúlastjóra úr starvi

Tað var skeivt at siga skúlatjóran í Hvalvíkar skúla úr starvi, áðrenn úrslitið av fólkaatkvøðuni fyrr í ár um skúlasamanlegging í Sunda kommunu fyrilá.


Tað staðfestir Løgtingsumboðsmaður, ið gevur kæraranum, Føroya Lærarafelag, viðhald. Tað skrivar Skúlablaðið á síni heimasíðu.


Blaðið vísir til svarið frá Umboðsmanninum upp á sjálva kæruna.


- Hvalvíkar skúli var áðrenn atkvøðugreiðsluna 26. januar 2016 ein sjálvstøðugur skúli í einum skúlaumdømi í Sunda kommunu við egnari leiðslu og skúlastýri. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at meiriluti var fyri, at skúlin skal varðveitast. Tað fyriliggur ikki nakað tulkingargrundarlag, sum stiðjar undir, at skúlin, sum skal varðveitast, skal vera annar enn tann sami sum frammanundan atkvøðugreiðsluni, t.e. ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og skúlastýri.


Sostatt heitir Umboðsmaðurin á Mentamálaráðið um at taka málið upp aftur til nýggja viðgerð, umframt at tryggja sær, at framtíðar skúlasamanleggingar kunnu ganga fyri seg eftir greiðum reglum, skrivar Skúlablaðið á síni síðu.


Lærarafelagið heitti eisini á Løgtingsins Umboðsmann um at taka støðu til hvussu nógvir flokkar skuldu vera í Hvalvíkar skúla, men tað vildi Umboðsmaðuri ikki taka støðu til.