Eyðstein Poulsen
Ein lítil grein, ið eg helt skuldi í Sosialin, hevur fingið skeiva kós. Eg vil tí her reinsa meg fyri skrivingini hjá Kristian Fríðrik, har tað óbeinleiðis framgongur, at vit eru desperat og ikki duga at rokna í prosentum.
Eg bleiv uppringdur av journalisti, nú vit hava lagt um til at skráskera og frysta svartkalva umborð. Vit umrøddu ymisk viðurskiftir, ið fingu okkum at velja hesa loysnina. Eg nevndi eitt nú, at feski svartkalvaprísurin fellur um summarið, og tað ger frysti fiskurin ikki. Annað var, at vit nú fáa tíð at fiska. Hetta ger, at vit eru meira mobilir á feltinum, og somuleiðis nýtist okkum ikki so nógvar mans sum frammanundan. So tosaðu vit sjálvandi eisini um sølu og landingarútreiðslur, ið eg eins og allir, ið reka skip, halda eru alt ov høgar. Serliga tí tað er lóggivið til hetta sølustað.
Í Samrøðu við journalistin legði eg dent á, at eg ikki var áhugaður í at koma í tvístøðu við FMF/LMF, men tað er nokk júst tað, ið hendan samrøða er endað við, um eg skilji Kristian Fríðrik rætt.
Eg havið ikki ætlað mær at taka kjakið upp um hesa útreiðslu, tí eg meti, at tað er fak/limafeløg, ið eiga hetta borðið. Men tá Kristian Fríðrik nevnir okkum sum dømi, og brúkar okkara útreiðslur í prosentum, er tað ikki av tilvild, at hann velur at fara aftur til mars 2008. Vit hava hetta tíðarskeið roynt við gørnum eftir svartkalva. »Faktuelt« er hetta ein dýrari fiskur, og tískil verða útreiðslurnar prosentvíst minni. Um hetta kann forsvarast veit eg ikki, men kanska onkur annar er nøgdur við hendan prosent-prísin.
Eg fara harðliga at mótmæla skrivingini hjá Kristian Fríðrik, har hann leggur upp til, at vit ikki duga at hava eygnakontakt við okkara samstarvsfelagar. Hetta er ikki sømiligt, og víkir frá okkara fatan av tí samstarvi, ið vit hava havt við FMF/LMF. Vit vóna, at hetta er eitt isolerað missforstáilsi hjá Kristian Fríðrik, og at hetta úttalilsið ikki umboðar FMF/LMF.
Til síðst vil eg bert siga, at vit ikki meta okkara verkætlan at vera eina desperata aktión. Hetta er bert ein visioner áskoðan á, hvussu vit ynskja at reka okkara fyritøku á einum sunnum fíggjarligum grundarlagi. Í landingar/søluútreiðslum skuldi hetta, alt annað líka, givið áleið 7% meira í vinningi til skip og manning.
www.eydstein.fo