Skeivt at selja Lív

Landsstýrið eigur ikki at selja Lív uttan so, at tað verður til ein kapitalsterkan keypara, sum eisini kann yvirtaka landskassaveðhaldið, sum vætnast at vaksa til fleiri milliardir krónur.

? Tá Løgtingið hósdagin samtykti at geva landsstýrinum loyvi at avhenda Føroya Lívstrygging var tað eitt afturstig aftur í áttatiárini ? til ta korporativu samfelagsskipanina, sum vit høvdu tá. Ognarluturin og avgerðarrætturin verður latin fakfeløgunum og privata kapitalinum. Og landskassin veitir trygd fyri, at tað nokk skal ganga.

Soleiðis skrivar Jørn Astrup Hansen í viðmerking, hann hevur sent Sosialinum. Jørn Astrup Hansen heldur ikki, at tað er ein ábyrgdarfull avgerð, at landsstýrið skal forera tryggingartakarunum, gjøgnum fakfeløgini, Lív og at selja hina helvtina.

Hann vísir á, at við avgerðini letur landsstýrið frá sær kontrollin við Lív, sum hevur eina munandi portefølju av lívrentutryggingum, sum landsstýrið garanterar eitt avkast upp á 4,5 prosent um árið.

? Og so fáa fakfeløg og ein tilvildarligur íleggjari avgerarrættin yvir lív, sum landskassin heftur fyri, vísur Jørn Astrup Hansen á. Hann heldur, at landsstýrið sjálvandi ikki skal selja Lív, uttan so, at tað verður til kapitalsterkan keypara, sum er førur fyri at átaka sær landskassaveðhaldið, sum í 2021 væntast at at runda tær astromisku 2,5 milliardir krónurnar, sigur hann.