– Eg haldi als ikki, at tað er í lagi at leggja ábyrgdina av smittuvandanum yvir á privatu vinnuna.
Tað sigur Remy á Kamarinum, sum eigur og rekur diskotekið og barrina »Basecamp« í Tórsgøtu í Havn.
– Tað verður mælt mær til at lata aftur, men tað verður ikki kravt av mær. Harvið biða tey meg í veruleikanum um at fara sjálvboðin á húsagang. Tí eg havi ikki ráð at lata aftur fyrst í tvær vikur – sum uttan iva verður longt aftur, sigur Remy á Kamarinum.
Hann spyr, um myndugleikarnir bera ótta fyri endgjaldskrøvum, um teir fara at krevja at skeinkistøð steingja?
Remy á Kamarinum sigur, at hann hevur havt samskifti við nógvar aðrar barreigarar, sum halda tað vera sera keðiligt, at teir sjálvir skulu taka hesa avgerðina.
– Vit skilja øll væl, at við at hava opið er vandi er fyri at spreiða smittuna til sera nógv fólk, um sjúk fólk koma á skeinkistøðini, tí har er sera nógvur trafikkur, sigur Remy á Kamarinum.