Skeivt at lata ES friðarheiðurslønina

Suðurafrikanski erkabiskupurin Desmond Tutu, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1984, sigur, at tað er skeivt av teirri norsku Nobelnevndini at lata ES friðarheiðurslønina í ár.

Tað sama siga Mairead Maguire úr Norðurírlandi og Adolfo Perez Esquivel úr Argentina, sum fingu friðarheiðurslønina í ávikavist1976 og í 1980.

Í einum brævi skriva tey trý, at tað er ikki rætt at lata Evropasamveldinum friðarheiðurslønina, tí luturin hjá ES fyri friði er ikki í samsvari við tað, sum Alfred Nobel skrivaði í sítt testamenti. Tey leggja norsku Nobelnevndina undir at hava gjørt eina ólógliga nýtulking av friðarheiðurslønini, og tey biðja nevndina virða tann upprunaliga viljan í testamentinum hjá Alfred Nobel.

At enda mæla tey nevndini frá at lata ES tær á leið 6,5 milliónir krónurnar, sum vinnarin fær.