Peningatrot
Formaðurin í fígjarnevndini, Finnbogi Arge, er samdur við Vilhelmi Johannesen, fíggjarnevndarlimi, í, at tað var ikki heilt í tráð við stýrisskipanarlógina at játta Føroya Læraraskúla eina hálva millión krónur.
Í grein 44 í stýrissskipanarlógini stendur, at:
» Eykajáttan verður veitt við løgtingslóg.«
Sum stykki tvey stendur so um undantøk, at:
»Um mál hevur skund, kann løgtingsins fíggjarnevnd veita eykajáttan, uttan so er, at tveir fimtingar av nevndarlimunum krevja málið avgjørt við løgtingslóg.«
Finnbogi Arge, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at hann er samdur við tí, Vilhelm Johannesen, fíggjarnevndarlimur, hevur ført fram um, at tað kann fara at skapa fordømi at brúka fíggjarnevndarskjøl í ov stóran mun.
Men í hesum førinum metti hann, at rætt var at gera tað kortini, tí landsstýrið hevði biðið um tað.
Hann sigur eisini, at tað var óvanliga drúgvt orðaskifti í fíggjarnevndini um hetta málið. Hinvegin sigur hann seg ongantíð hava havt ta fatan, at Sambandsflokkurin skifti meining í viðgerðini, sum eisini hevur verið ført fram.
Um so var, at teir báðir sambandslimirnir í fíggjarnevndini atkvøddu saman við Vilhelmi Johannesen, sum vildi hava málið viðgjørt í løgtinginum, høvdu teir kravdu tveir fimitingarnir verið fyri tí, og so varð málið beint í løgtingið.
Vilhelm Johannesen, fíggjarnevndarlimur, metti ikki, at málið um Læraraskúlan er nakað bráðfengismál, tí tað var longu í februar ávíst, at pengar fóru at mangla hjá skúlanum.
Grundin til støðuna í dag, sigur hann, er tann, at málið er ov illa hagreitt av teimum landsstýrismonnum sum hava havt við tað at gjørt.
Hann vísir á, at tað í hesum valskeiðnum bara hava verið fimm mál, sum avgreidd hava verið við fíggjarnevndarskjali. Og tey hava av sonnum kunnað verið nevnd bráðfengis.
Tey fimm málini vóru:
Neyðhjálp til Kosovo.
Upprudding eftir glopraregn og omanlop í september mánaða í fjør, tá fleiri vegir og hús fingu stóran skaða.
Tvær ferðir eykajáttan til at leiga skip fyri Dúgvuna. Fyrru ferð, tá Dúgvan tók botn í Leirvík, og seinnu ferð, tá stemplið fór út gjøgnum blokkin.
Tað fimta málið var ein lyfta til Føroya Studentaskúla, sum biðið varð um til ein næming, sum sat í rullustóli. Tann umsóknin kom so mikið seint, at mett varð neyðugt at avgreiða málið við fíggjarnevndarskjali, so næmingurin kundi byrja skúlagongd til tíðina.
? Tað dugir einhvør at síggja, sigur Vilhelm Johannesen, fíggjarnevndarlimur, at munur er á upprudding eftir omanlopi ella havaríi hjá Strandferðsluni og peningatroti til ein skúla, sum vit vistu av longu í februar, men ikki er avgreidd fyrr enn nú av berum ólíkindum.