Skeivt at binda komandi

? Eg haldi ikki, at man skal taka avgerðir í dag fyri tað, sum skal henda um15-20 ár. Tað er ósakligt og eitt sindur politiskt ómoralskt at gera tað sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins um komandi fólkaatkvøðuna

 

FólkaatkvøÐa

Jan Müller



Hóast nógv verður tosað um ta komandi fólkaatkvøðuna, sum samgonguflokkarnir herfyri vórðu samdir um at halda í apríl næsta ár, so hevur lítið ítøkiligt verið frammi um, hvat henda fólkaatkvøða skal innihalda. Vit spurdu formann Javnaðarfloksins um flokkurin fer at mótarbeiða komandi fólkaatkvøðuni ella vilja tit fara inn aktivt og royna at ávirka spurningarnar í henni?

? Tað er ov tíðliga at siga, hvussu okkara leiklutur verður til fólkaatkvøðuna. Nú er hon gott nokk ein spurningur, sum var við í seinastu veljarakanningini. Sjálvur haldi eg tað er eitt sindur óseriøst at seta veljarunum spurningin um eina fólkaatkvøðu í apríl og sum man í dag als ikki kennir innihaldið av. Hvat er tað vit fara til fólkaatkvøðu um?

Ein fólkaatkvøða er gjarna at taka støðu til eitt mál, sum er liðugt viðgjørt. Ein stjórn hevur antin við samráðingum ella í aðrar mátar arbeitt seg fram til eitt úrslit, men av tí at úrslitið fær so stórar fylgjur fyri samfelagið og borgararnar, vil man líka hava fólksins góðkenning av tí. Men tað verður tað ikki talan um hesaferð. Nú verður tað meira talan um at leggja ein handlingsplan fram til eina fólkaatkvøðu. Og tað er í sjálvum sær rættiliga nýtt og ókent her um okkara leiðir sigur formaður Javnaðarfloksins og heldur fram:

? Alt eftir hvat innihaldið verður vil man so taka støðu út frá tí. Sigur man sum Tjóðveldið vil tað, at fullveldið skal vera veruleiki innan tað ella tað árstalið, so kann eg síggja, at vit hava ringt við at biðja fólk stuðla fólkaatkvøðuni. Tann avgerð, sum skal fella í t.d. 2015-16-18 ella nær tað skal vera, haldi eg føroyingar, sum tá sita við ábyrgd, skulu sleppa at taka avgerð um. Eg haldi ikki, at man skal taka avgerðir í dag fyri tað, sum skal henda um15-20 ár. Tað er ósakligt og eitt sindur politiskt ómoralskt at gera tað.

Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at hetta kann lukta av, at man fer út at vinna sær eitt forlorið mandat. ? Har verður ein orðing um eina intentión um føroyskt sjálvstýri, sum man veit, at eini 80% av føroyingum taka undir við og so bráddliga hevur man eitt mandat, sum sigur, at man hevur 80% av føroyingum aftanfyri seg, og nú verður so farið eftir fullveldinum. Tað er eitt vandamál, sum vit mugu vera uppá vakt fyri.