Skeivleikar í Kringvarpinum

Eg bleiv skelkaður tá ið eg hoyrdi, Johan Mortensen (eg haldi at tað var hann) í Kringvarpinum, umrøða meg viðvíkjandi skattalættanum hjá Javnaðarflokkinum.

Hann greiddi frá, at eg var ímóti skattalættanum. Tað er beinleiðis ósatt og hevur hann tað ikki frá mær. Eg havi hinvegin róst skattalættanum í orði og talu.

Eg havi hinvegin víst á aðrar møguleikar at fíggja skattalættan, td:

Fækka talið av aðalráðum
Prístalsviðgerða blokkin
Samráðast um at fáa nakað av skattinum (DIS) heim til Føroyar

Eisini eru aðrir møguleikar, sum eg ikki skal koma inná nú. Men eg má undirstrika at eg gleðist um skattalættan til støk og barnafamiljur, hetta havi eg eisini víst á og skilji eg ikki, at Johan Mortensen kann koma til nakra aðra niðurstøðu. So er tað sagt!

Við javnaðarkvøðu