Fótbóltur
Italski Matteo Trefoloni kom í ikki serliga gott ljós, tá hann tíggju minuttir fyri leiklok rak Michael Beauchamp av vøllinum.
Ikki tí, talan var um reytt kort, tá beinin vórðu tikin undan Georgios Samaras. Trupulleikin hjá dómaranum var bara, at tað var Michael Jakobsen, sum framdi brotið á fótbóltsreglurnar. Beauchamp var staddur beint við frísparksstøðuna, og so fór dómarin skeivur, tá reyða kortið varð givið. Og tað gjørdi so ikki til ella frá, at Beauchamp áhaldandi royndi at siga, at hann ikki hevði gjørt nakað sum helst.
- Sjálvandi ætla vit at mótmæla hesum. Tað var jú skeivi maður, sum varð rikin av vøllinum. Og eitt er púra víst. Michael Beauchamp skal ikki hava leikbann fyri nakað, sum hann ikki hevur gjørt. Hvat so hendir við Michael Jakobsen veit eg ikki. Og teir klóku menninir, sum eg havi tosað við um hetta, duga heldur ikki at svara mær, segði ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jakobsen, við sporten.dk.