Skeivar upplýsingar um sildasamráðingar

Í brævi til Mariu Damanaki, evropanevndarlim, vísir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, á sína misnøgd, tí hann heldur, at Damanaki hevur givið Evropatinginum órættar upplýsingar um trætuna um norðhavssild.

Í síni frágreiðing til Evropatingið um tilgongdina, ið endaði við eini ófullfíggjaðari strandarlandasemju um norðhavssild fyri 2013, greiddi Maria Damanaki frá, at Føroyar vóru rýmdar av strandarlandafundinum ella "farnar frá borði", sum hon málbar seg.

- Føroyar fóru ongantíð av strandarlandafundinum. Hinvegin vórðu Føroyar hildnar uttanfyri samráðingarnar, tá hini fýra strandarlondini, íroknað ES, fóru úr fundarhølinum og hildu fram við samráðingunum aðrastaðni, uttan at bjóða Føroyum við.

Jacob Vestergaard vísir á, at tá Føroyar eru eitt strandarland í mun til norðhavssild, er stigið hjá hinum fýra strandarlondunum, íroknað ES - at halda Føroyar uttanfyri samráðingarnar - ósambæriligt við altjóða lóg.

Í brævinum til Mariu Damanaki, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, seg vóna, at ES viðurkennir tann týdning, tað hevur, at londini koma til sættis og semjast um eitt rættvíst býti millum øll strandarlondini.