Tað er umleið ein mánaði síðan, at matstova, kafé og barr læt upp í Skeivapakkhúsi í Havn. Teir, sum eiga og reka hetta virksemi, eru kendi kokkurin, Leif Sørensen, Leivur Dalsgarð og Bjarni Joensen.
Leigumálið í Skeivapakkhúsi fevnir fyribils um fimm ár, og soleiðis kann sigast, at matstovu-, kafé-og barrvirksemið her er komið fyri at vera.
Í umleið eitt hálvt ár fyri upplatingina í Skeivapakkhúsi hevur verið arbeitt í húsunum, og her eru stórar íløgur gjørdar. Leif Sørensen er hin nærlagni gastronomiski kokkurin, sum borgar fyri spennandi og forvitnisligum mati.
Men, eitt annað, sum sermerkir fyritøkuna, er, at Skeivapakkhús hevur egnan kondittara, soleiðis at eitt nú køkur og annað, sum er ein partur av útboðnum, er gjørt frá grundini av.
Í nýggju fyritøkuni eru umleið 10 fólk til arbeiðis gjøgnum ein dag og eitt kvøld, og hetta er ikki eitt starvsfólk ov nógv.
Virksemið í Skeivapakkhúsi hevur longu verið so mikið nógv, at tá mest hevur verið at gera, kundu saktans fleiri kokkar og køksfólk annars verið í køkinum.
Teir tríggir, sum eiga virksemið í sermerktu og snotuligu hølunum í Havn, eru vinmenn, og hetta er ein orsøkin til, at tað júst eru Leif Sørensen, Leivur Dalsgarð og Bjarni Joensen, sum hava reist á føtur virksemið í Skeivapakkhúsi.










