Skeiva tornið í Pisa stendur enn

Frits Johannesen


Nú leika íður um firðir og sund í broddi, nú pisakanningin úr koppi kagar. Nú hoyrist og sæst í loftmiðlum og bløðum um tann vánaliga føroyska fólkaskúlan, sum er farin av knóranum av einari Pisakanning, sum fá vita um, hvussu henda kanning er.... tað eru bert næmingarnir í 9. flokki, sum vita um hana, og teir siga, at hon var skýtbýtt, og teir skiltu ikki allar orðingarnar. Hetta er tað, sum tey flestu vita. So svørt er niðan um hetta evnið. Ja, eg meini tað.
Eitt bygdasligt univers
Tað er munur á universinum, sum tey ungu hava í dag í mun til tað, sum vit høvdu í okkum, ella oman fyri kríllin, tá ið vit vóru ung. Meg minnist væl, tá ið ein á onkrari útferð kom til Gøtu og sá gøtugentur ganga í gøtutúni og spáka sær. Tá gjørdist tú so kløkkur, rodanaði upp um bæði oyru og skundaði tær innaftur um Varmakeldueiðið og legði teg undir dýnuna og huldi upp um høvur. Gøtugentur gingu á tveimum beinum! Ikki at tala um, tá ið rokkið varð út á Toftir, tá kókaði blóðið í æðrunum og hvør spong darraði undir hesum fremmanda hválvi, meðan ein vangamynd av einari fittari toftagentu í mótljósi kom til sjóndar undir eini gatlykt í Toftatúni. Tær gingu eisini á tveimum beinum.
Vit koyrdu út til Gøtu og Toftir og dugdu kasarollubendingarnar og Alt står i Guds faders hånd uttanat...... Hetta var okkara alheimsgerð..... Nú fara tey ungu kring knøttin við einum ryggsekki á bakinum uttan at rodna við, og tey smæðast ikki burtur millum allan tann heimsgjørda ungdómin  tvørturímóti. Fleiri teirra duga  umframt danskt, tvey onnur fremmanda mál á ræði. Ikki so fá lesa við fremmandar lærustovnar og røkka somu mál sum allur tann alheimsgjørdi ungdómurin.
Vit hava ongantíð í Føroya søgu havt so mong lesandi úti í heimi, so nógvar føroyingar siglandi um heimshøvini sum júst nú. Vit hava ongantíð havt so mong ung, sum spæla uppá, .... og ongantíð havt so mong ung myndlistafólk sum júst nú.... og ongatíð so mong, sum gera seg galdandi í ítrótti.... og ongantíð so mong ung, sum skriva. og spæla sjónleik sum júst nú. Nei, kanska er tað skeiva tornið í Pisa ikki so skeivt, sum vit halda tað vera.
Hvat gongur Pisakanningin út uppá? Hvussu er hon orðað? Hvat er innihaldið í henni? Hvør ger hana?  Er bítið millum kynini eins, ella er tað menn í svørtum klæðum, hvítari flippu og stressmappum, sum gera hesar spurningar, sum leggja seg í teymarnar fyri at tekkjast ávísum ídnaðarformum. Hvat samfelag er hon ætlað til? Hvat er meiningin við henni?
Tað hevur alstóran týdning at hava eitt gott og rúmsátt univers og eina kosmiska hugsjón. Hevur tú ikki tað, so kanst tú blíva eitt snerpið menninskja, sum gongur eftir doktrinum, lærusetningum, politiskari fanatismu og átrúnar­ligum sjálvsøkni og einari lítlari ódeyðiligari sál, sum ikki rúmast í tær sjálvum ella í menniskjans medviti.
Bágar í skúlanum
Nú er loyst úr lagdi við hesi kanning, sum øll umrøða, men sum fá vita um at siga. Væl vita vit, at bágar eu í fólka­skúlanum og skal ikki so nógv til fyri at rætta skeiva tornið í Pisa. Ein tann stórsti bági í framhaldsdeildini í dag eru allar tær avbrótingarnar, sum eru, tí børnini skulu altíð okkurt annað. Miðnámsskúlarnir vilja hava fatur á teimum ungu. Tey skulu á setursskúla, tey skulu vitja SEV, tey skulu vitja á ferðslutrygd, tey skulu hava sína verkætlan, tey skulu til tannlækna, ikki so fá fara at ferðast við foreldrunum í úrtíð, tey skulu læknakannast, kunnast um rúsevni, fáa vitjan av ymsum musiskum bólkum á skúlanum, fara uttanlands í ítrótti, í sangi og tónleiki, lærarin sjálvur er frá vegna onkra burturferð, 10. fl. fer eina uttanlandsferð upp undir endan o. s. fr. Alt hetta er sera gott, men tað gongur út yvir undirvísingina. Haldi persónliga, at effektiva undirvisingin er uml. 60 % av samlaða tímatalinum í støddfrøði og myndlist, sum eg havi undirvíst í 40 ár. Lógin, sum tú undirvísir eftir, er ikki broytt. Evnini, sum hvør lærari skal ígjøgnum í tráð við lesiætlanina, er ikki broytt, meðan nýggj hugtøk støðugt koma inn í skúlan frá øllum vinklum. Tað skal ikki stór orka til at broyta hetta, so tað verður til tað betra. Hugsandi er, at tað er alneyðugt at finna eina loysn, so hon serliga verður skúlanum til gagns.
Mær hóvar stak væl undir­vísingarmátan við verkætlanum, og somuleiðis dámar næming­inum framúr væl hesa avbjóðing, men hon tekur einar hálvatriðju viku av skúlaárinum. Hon skal fyrireikast væl, verkætlanin varir í eina viku, og tað tekur næstan eina viku at eftirmeta avrikið.
Sosialir tvørleikar
Eitt annað, sum er tvørrandi í undirvísiningini, eru næmingar, ið møta illa upp og koma ov seint. Tú kanst ikki burturvísa næminginum, men vera fittur og blíður og lyfta og lætta alla somlu tíðina. So eru tað næmingar, sum vegna sosialar trupulleikar hava ilt við at fóta sær innan skúlans gátt. Kanska er hetta ein tann stórsti bági, sum er í skúlanum í dag, sum kostar samfelagnum (kommununum) stóra upphædd, tí teir skulu t. d.hava sálarliga hjálp og kanska verða vístir til onkran stovn í Danmark, har teir vónandi koma undan, men tað skal nógv til, áðrenn hetta hendir. Fáa vit eina nýggja skipan við lærarum við hægri úbúgving, fara hesir trupulleikar at vera verandi. Spurningurin er, um henda tyngjandi støða eigur at verða løgd aðrastaðni, nú sosialar deildir eru kring oyggjarnar, og ikki darva undirvísingini. Nei, eg veit ikki.
Skúlin fyri øll
Skúlin er fyri øll  eisini fyri tey, sum vegna førleika ikki kunnu fylgja við í eini vanligari floksundirvísing, men tað skal eisini vera pláss fyri teimum í fólkaskúlanum. Hetta eru ikki skeivleikar, sum hesi hava fingið upp á kroppin av menniskjans- ella samfelagsávum, men í vøggugávu. Tað kostar pening at fáa hesi undan og at geva lærarum(pedagogum) førleika at taka sær av hesum næmingum. Ofta eru umstøðurnar út av lagi vánaligar, tá ið komið verður til hesa røkt og fyri at røkka hesum málum, skulu stórar íløgur gerast. Hetta er so ein politiskur spurningur, og vilji skal til tess at røkka hesum málum.
Ja, ja, ája, vit kunnu leika í og føra okkum fram sum gudar, men veruleikin er bara ein heilt annar. Ja, vit lærarar kunnu seta okkum fót á skák og seta út í kortið og siga: Hetta krevja vit!!!!!! Hvat so???? Ja, og hví ikki tað?
Skapandi lærugreinirnar  eitt hjartasuff
Eg vil vísa á eina samskipaða lærugrein, sum eg eri so forsindaður inn á hesi seinastu árini  tað er handverk og list. Mær hóvar stak væl at undirvísa í lærugreinini myndlist, sum hevur havt heitið tekning, evn­ing og tilevning. Nú eru tað fimm lærugreinir, sum eru í einum potti: Handverk og list  tónleikur, smíð, tilevning, heim­kunleiki og handarbeiði. Hetta er ein vavstur í míni verð. Eg vil bara nevna, at her hava vit fyrst eina samskipaða lesiætlan fyri hvørja lærugrein, og so hevur hvør skúli sær eina lesiætlan fyri hesar lærugreinir afturat. Eg hevði hildið, at landsins myndug­leikar nú gjørdu eina lesiætlan fyri allan Føroya skúla og eina lesiætlan, sum æt myndlist.
Danir hava tey seinastu árini kalla tilevning fyri billedkunst, og er henda lærugrein ein sjálv­støðug lærugrein í tí danska skúlanum. Nú eru danir farnir at kjakast um lærugreinina, um hon ikki skuldi itið Visuel kultur. Her verður hugsað um myndir  og symbolir. Unge pædagoger nr. 7- 8. des. 2003.
T. d. tá ið tilevning ( myndlist) verður umrødd, tala flest um handverk og list. Eg spyrji: Hvatt meinar tú?  Eg meini handverk og list.... Ja, hvat? So kemur gurglandi úr ranga­strupa.  Eg meini tilevning, smíð o.s.fr. Hugsi, at ávirkanin til hesar lærugreinir kemur úr Noregi, har hon eitur kunst og håndverk. Havi altíð hildið síðani hesin formur tók seg upp, at tær skapandi lærugreinirna hava ikki kent til móðir- ella faðir­kær­leika, og hugsað verður serliga um myndagerðina sum ein móðurloysing undir hesum heiti.
Myndabroyting
Hugsi um orðið myndlist, sum er eitt fitt og snøgt orð, sum kundi verið brúkt, og at henda lærugrein stóð einsamøll, eins og føroyskt, danskt, eingilskt o.s. fr.
Myndafatanin er so staðiliga broytt tey seinastu árini serliga millum ung fólk. Orðið tilevning er orð, sum ikki tekur mátarnar í myndlist til sín, sum hetta orðið gjørdi fyri nøkrum árum síðani.. Hetta hevur havt sín týdning og staðið fyri eini nýgerð av lærugreinini tekning (evning) í eini 25 ár. Hetta heitið er í so jarðbundið og lyftir ikki greinina upp á tað støðið, har hon eigur at vera.
Hvat heldur tú um tær digitalu myndirnar? Ikonirnar í telduni? Symbolini um tún og strætið? Tær streymlinjaðu, grásvørtu lýsingarnar í bløðunum, sum eru neyvt gjørdar av fólki, sum hava lærdóm í slíkum? Hvat heldur tú um allar tær myndirnar, sum flóta á alnótini? Øll tey digitalu myndagjørdu spølini, sum tey ungu fáast við hvønn tann einasta dag? Hvat heldur tú um myndatólið í fartelefonini? Hvat heldur tú um Adope Pfotoshop 7 sum kann broyta og umskapa myndir alt eftir tínum egna ynski? Hvat heldur tú um Power Point? Hvat heldur tú um installatiónir o.s.fr. Ja, hvat skulu vit halda?
Í myndlistina kemur so nógv annað sum t. d. leirarbeiði, grafikkur, standmyndir av yms­um slag, relieff og træ­skering. Evnið er so vítt og stórfingið, at í míni verð er hetta litríkasta lærugrein á skúlanum, sum ikki kennir sín líka. Sjálvandi skal hon verða lívgevandi fyri aðrar lærugreinir t. d. tá ið verkætlanir eru.
Universið
Vit kunnu enda aftur við universinum hjá teimum ungu, sum er ein stjørnuhimin, tey hava í sær, sum gevur teimum ein førlíka í endurskini úr føroyskum kosmiskum jørðildi. Fara vit at blíva við at tengja hetta upp í handverk og list, verður hetta til endans ein ystingur av ringasta slag. Tað verður ikki alt fleytir, ið tyril kemur í. Tað vita vit, men vit eiga ikki at forsmáa viðbrøgd, sum liva í hugans heimi hjá teimum ungu. Hetta eigur myndlistin at tulka og eigur at verða ein høvuðstáttur í allari myndagerð. Føroya skúla at frama. Alt annað ber á skeivan bógv, og knýta vit hesa stórbaru lærugrein uppí aðrar undirvísingargreinir, verður hesin skaðin so stórur, at stoltleiki teirra ungu verður eitt neyðardýr, sum ikki kemur at tulka teirra kosmisku fatan av tilverunar listaligu avbjóðingum.
Vit mugu ansa eftir, at listaliga Skeiva Tornið í Pisa ikki fer av knóranum og smildrar alt kring seg, men seta skrástívara uppundir, so tað stendur.
Møguliga er tað ov seint at brúka orðið myndlist... onkur hevur kanska eitt fittari orð til hesa lærugrein, men tilevning... tað er ov seint.....

GG!
Hvussu ber tað til, at t. d. Fiski­vinnuskúlin í Vestmanna og Føroya Handilsskúli ferð aftan á ferð vinna kappingar, sum næmingarnir á hesum skúlum eru við í úti í heimi? Hvussu skeivt er Skeiva Tornið í Pisa?