Portørar úr Klaksvík komu mánadagin til Havnar við einum líki, sum skuldi til líkskoðan. Teir koma til Havnar við bilinum, men tá teir lata upp, er tað annar maður, sum liggur í. Skeivt lík var komið til Havnar til líkskoðan. Hetta váttar vakthavandi á løgreglustøðini í Havn fyri Sosialinum.
Roynt varð tó at rætta mistakið sum best, og rætta líkið kom fram seinni um kvøldið.
- Eg vátti, at eitt mistak er hent. Leiðslan harmast um hendingina, og tískil mugu vit taka hendingina til eftirtektar og stramma upp í sambandi við líkflutning, sigur Heri Ellingsgaard, sjúkrahúsleiðari í Klaksvík.
Uni Vestureið av løgreglustøðini í Havn sigur, at líkskoðanin varð avgreidd týsmorgunin.