Skeiv tíðindi í Dimmalætting

Aftursvar frá arbeiðsbólki fyri konserthús í Tórshavnar kommunu viðv. Grein hjá Arna Zachariassen um Perluna

Tann 14. juli var grein í Dimmalætting, har tað varð skrivað um nýggju Perluna í Havn. Tað var Arni Zachariassen, sum hevði tosað við varaborgarstjóran Boga Andreassen.

Arbeiðsbólkurin fyri konserthús í Tórshavnar kommunu metti ikki, at greinin kundi standa ósvarað vegna faktuellar villur.

Vit mettu ikki, at tað var journalistiskt nøktandi av Dimmu, bert at lýsa ta einu síðuna av málinum og tískil ringdu vit til Arna Zachariassen, og bóðu hann skriva eina grein, har okkara sjónarmið eisini kom til sjóndar.

Ígjár, 12. august, kom hendan grein í Dimmu, næstan ein heilan mánað seinkað. Eftir at hava lisið greinina, leggja vit í arbeiðsbólkinum til merkis, at tað ikki er stórvegis samsvar millum tað, ið var borið fram í Dimmu og tað, ið veruliga fór fram undir samrøðuni millum Arna og arbeiðsbólkin. Har eru tápuligar feilsiteringar sum: »Heðin er tann dummi« og generelt nógvar misskiljingar, ið geva eina fullkomuliga skeiva mynd av tí, ið fór fram undir samrøðuni.

Fyri tað fyrsta, so kemur greinin tríggjar vikur ov seint í blaðið, og er nógv hent síðani tá, ið ger, at greinin ikki er aktuel.

Fyri tað næsta, so eru fleiri skeivar endurgevingar og beinleiðis andsøgnir í mun til tað, ið veruliga varð sagt.

Fyri tað triðja, so var greinin eitt aftursvar til greinina hjá Boga Andreassen. Samrøðan millum arbeiðsbólkin og Arna fór fram á tann hátt, at vit siteraðu úr greinini og svaraðu so punkt fyri punkt. Hetta sæst ikki aftur í aftursvarinum frá arbeiðsbólkinum, og meta vit tískil, at greinin manglar dýpd og er rættiliga óskiljandi.

Til seinast, so bóðu vit Arna senda okkum greinina, áðrenn hon fór til prentingar, soleiðis at ongar misskiljingar skuldu vera. Vit fingu ongantíð greinina, hóast Arni lovaði okkum at senda okkum greinina.

 

 

Nakrar av misskiljingunum

Arni skrivar: - »Tónleikararnir, teir, sum húsið í stóran mun er ætlað til, vóru ikki tiknir upp á ráð frá byrjanini. Teir fingu einans at vita, hvat kommunan ætlaði, eftir at ætlanirnar vóru komnar upp á pláss og arbeiðið longu var byrjað.”

Hetta er ikki rætt. Vit vóru við frá byrjanini og komu við krøvum til eitt tílíkt hús. Trupulleikin var tann, at býráðið als ikki tók hesi krøv til eftirtektar og byggir í staðin eitt hús, ið als ikki lýkur altjoða krøv eins og okkara egnu krøv.

Arni skrivar: - »Tónleikararnir leggja tó at enda dent á, at teir einki hava ímóti Boga Andreasen. Bogi er ein knassi. Vit hava havt gott samstarv við hann fyrr og vænta einki minni í framtíðini. Tað er Heðin Mortensen, sum er tann dummi.«

Hetta er beinleiðis lygn. Eingin av okkum hevur sagt hetta. Vit hava ongantíð sagt, at Heðin er tann dummi. Hetta hevur Arni sjálvur funnið uppá. Vit hava eins og við Boga, havt eitt útmerkað samstarv við Heðin. Vit søgdu hinuvegin, at vit als einki høvdu í móti hvørgum av teimum og at vit bæði so og so ynsktu samstarv framyvir.

Vit søgdu, at vit sjálvandi vóru skuffaðir yvir núverandi støðu, men at vit ynsktu gott samstarv við Býráðið framyvir.

Arni skrivar: - »Á seinasta fundinum varð alt sligið í jørðina, og vit vóru aftur á null. Hvat annað hevði nakar væntað, enn eina kraftiga reaktión, sigur Ólavur Olsen sjónliga ørkyklaður.«

Sum tað verður skrivað í greinini, gevur hendan útsøgn lítla og onga meining. Hetta var sagt í samband til greinina hjá Boga, har hann heldur tað vera sera óseriøst av arbeiðsbólkinum at gera ein Facebook bólk, har teir vísa sína ónøgd. Hetta verður als ikki nevnt í greinini.

Í fyrru greinini sigur Bogi: »Eg kann bara koma til niðurstøðuna, at tónleikaumhvørvið ikki stendur saman. Av tí sama fáa politikkarar eingi greið boð frá tónleikarunum og soleiðis koma støður sum handan fyri, har tað, sum politikararnir endiliga gera, verður skotið niður.«

Til hetta vístu vit aftur, at tónleikaumhvørvið ikki stendur saman og greiddu frá, hvussu nógv tónleikafeløg arbeiðsbólkurin umboðaði, og hvussu vit bæði á ein og annan hátt vóru komin til býráðið við greiðum boðum. Hetta kemur heldur ikki fram í greinini hjá Arna.

Samanumtikið hevði verið betri, um henda grein ikki var komin við í Dimmu. Vit halda tað vera óheppi, at vit ikki fingu møguleika at síggja greinina, áðrenn hon varð prentað.

Vit vóna tó ikki, at hetta kemur at ávirka samstarvið millum arbeiðsbólkin og Tórshavnar Kommunu.