Skeiv svimjidrakt

Blaðteknarin á danska Eks­t­r­­­­a­blað­num, Mort­en In­ge­­­mann, er skemt­i­lig­ur og kann verða rætt­i­liga hvass­­ur í sín­um tekn­ing­um.

Í dag hevur hann teknað fyrr­ver­andi danska for­sæt­is­ráð­har­r­an Lars Løkke Ras­mus­sen, sum heldur feriu sunn­an­fyri. Boðskapurin í tekn­ingini er, at Løkke leingir sína feriu, tí sam­stund­is sum hann ikki er so sjón­lig­ur í donsk­um poli­tikki, gongur hann støðugt fram í velj­ara­kann­ing­unum. Hann kann tað sam­a sóla sær sunnanfyri.

Ing­e­mann ­hevur eisini tik­ið før­oysku konuna hjá Løkke, Sól­run Jákupsdóttir, við á tekn­ing­ina, og með­an Løkke er í svimjibuksum við donsk­um flaggi, hevur ætl­anin iva­leyst verið at lata Sól­run í svimjidrakt við før­oysk­um flaggi.

Men har er tað, at onkur gong­ur galið hjá danska tekn­a­­r­a­num...