Skeiv mynd av landingarútreiðslum

Herfyri bóru vit tíðindini um, at línuskipið Ågot hevði rindað út við 70.000 krónur í landingar-og søluútreiðslum av eini ísfiskalast, sum lá um góða hálva miljón. Kristian Fríðrik Olsen, stjóri á Landingarmiðstøð Føroya, heldur tað geva eina skeiva mynd av veruleikanum, tá ein túrur soleiðis verður tikin burtur úr heildini.

Stjórin sigur, at nevnda umrøða kann seta Landingarmiðstøð Føroya í ringt ljós, tá ein slík landing verður pilkað burtur úr heildarmyndini yvir eina longri tíð.

- Missir tú nógva línu ein túr, er tað skeivt at koyra allar útreiðslurnar upp á henda eina túrin. Líka so skeivt er tað at taka ein túr burtur úr, tá skipið landar og siga, at soleiðis eru faktuellu landingarútreiðslurnar, heldur Kristian Fríðrik Olsen.

Stjórin vísir á, at júst henda eina túrin, sum talan er um, hevði Ågot nógva brosmu, sum fór fyri heldur lágan prís. Tí vóru nøgdirnar eisini lutfalsliga stórar í mun til virðið av lastini. Hetta førdi eisini til størri útreiðslur til landing og skiljing, enn vanligt er, tá selt verður fyri eina góða hálva miljón krónur.

Kristian Fríðrik Olsen sigur, at útreiðlurnar, sum Ågot hendan túrin hevði av landing, klárgering, skiljing, ísi og merkig, vóru 10,26 prosent av søluvirðinum.

- Faktuellu útreiðslurnar hjá Ågot fyri hesar tænastur seinastu tvey árini hava annars verið 5,47 prosent av søluvirðinum.

Stjórin á Landingarmiðstøð Føroya leggur aftrat, at í hesum tíðarskeiði hava fiskaprísirnir sum heild ikki verið serliga høgir, og tá gerast landingarútreiðslurnar ein lutfalsliga størri partur av hvørjum kilo av fiski.