Skeiv kynsumboðan í politikki

- Nú er tann stundin komin til handa, at vit taka stigið fult út og tryggja javnvág í løgtingsumboðanini. Tað er nokk tosað. Vit mugu í felag taka ábyrgd og handla. Okkara samfelag hevur brúk fyri øllum góðum kreftum, men í løtuni gagnnýta vit langt frá allar.

Tað skrivar Annika Sølvará, sum er nevndarlimur í Demokratia, vegna felagsskapin.

- Vit fara komandi vikurnar at seta ljóskastaran á eitt mál, sum krevur, at vit lyfta í felag. Málið er skeiva kynsumboðanin í politisku skipanini. Hetta er ein trupulleiki, sum ikki minkar av sær sjálvum. Hetta er ein trupulleiki, sum ikki er horvin, hóast vit higartil hava tosað upp í posar um týdningin av javnari kynsumboðan.

Annika Sølvará sigur, at Demokratia við nýggja átakinum ynskir at seta fokus á initiativ og áræði, sum kvinnur í Føroyum vísa í verki.

- Vit vita, at tað eru líka nógvar dugnaligar, djarvar, sterkar og ábyrgdarfullar kvinnur sum menn. Vit kunnu staðfesta hetta einfalt við at hyggja kring okkum í samfelagnum. Vit eiga kvinnur innan øll starvsøki, í øllum samfelagsløgum, í øllum pørtum av landinum, sum hvønn dag vísa, at tær taka ábyrgd. Tær vilja ganga undan, tær leiða og tær taka avgerðir.

Men hóast alt hetta, sigur Annika Sølvará, eru kvinnur enn undirumboðaðar í politisku skipanini, sum leggur karmarnar fyri samfelag okkara og okkum øll.

- Tað eru ongar løgfrøðiligar ella tekniskar forðingar fyri at hava eins nógv fólk av báðum kynunum í løgtinginum. Hóast hetta hava kvinnur ongantíð verið umboðaðar í lutfalli sum svarar til fólkatalið. Tulkingarnar og undanførslurnar eru nógvar, men í botn og grund er málið einfalt. Vit kunnu ikki blíva við at góðtaka støðuna.

Hon heldur, at kvinnur skulu halda seg framat, tær skulu vilja framat, tær skulu taka á seg ábyrgd í politikki eisini og síðst, men ikki minst, tær skulu fáa álit – atkvøður - til at lyfta hesa avbjóðing.

- Við einum miðvísum átaki vilja vit minna fólk á, at um vit vilja broyting, mugu vit sjálvi syrgja fyri at taka fyrsta stigið. Gera vit tað, sum vit plaga, so fáa vit tað, sum vit plaga, leggur Annika Sølvará aftrat.

Meiri um hesi viðurskifti, sum nevndarlimurin í Demokratia vísir á í síni grein, er at lesa á www.demokratia.fo og á www.facebook.com/demokratia.fo