Andreas Ivanschitz, liðskipari hjá Eysturríki, staðfesti eftir dystin, at teir høvdu havt sínar møguleikar. Vit skuldu verið á odda 2-0 eftir 20 minuttum, men bæði málini vórðu kolldømd, hóast eg haldi, at í øllum førum eitt av hesum skuldi talt við. Eftir steðgin vildu vit meira, og vit høvdu ein positivan hugburð, eftir at vit javnaðu, men tað bleiv ongan tíð nóg gott. Vit vistu, at hetta bleiv trupult, men tú fært ikki fleiri møguleikar, enn vit høvdu í Føroyum, segði Ivanschitz.










