Skeiv gongd í byggimálum

Tað kostar dýrt, at bygningar ikki verða skoðaðir fyrr enn arbeiði er liðugt. Tað sigur Brunaumsjón Landsins, sum fyrireikar eina kunngerð, ið skal tryggja, at avvarandi myndugleikar verða hoyrdir áðrenn byggiloyvi verða latin.

-Hetta er keðiligt fyri byggiharran. Tað setur hann í eina ringa knípu.

Petur á Lava Olsen, stjóri á Brunaumsjón Landsins er sera misnøgdur við mannagongdina, sum verður nýtt, tá bygningar verða reistir - ella umbygdir.

Eftirlitsstovnarnir, sum skulu góðkenna bygningarnar verða ikki hoyrdir fyrr enn arbeiðið er liðugt. Hetta kemur mangan dýrt aftur um aftur, tí eftirlitsstovnarnir krevja mangan ábøtur og broytingar, sum byggiharrin ikki hevur tikið fyrivarni fyri.

Við øðrum orðum kann bygningurin gerast nógv dýrari enn roknað var við.


Byggiloyvi

-uttan hoyring

Petur á Lava Olsen fílist á, at kommunurnar í Føroyum kunnu skriva út byggiloyvi - uttan at avvarandi myndugleikar fyrst hava mett um byggingina. Hetta er bæði galdandi fyri nýbygging og t.d. um eini sethús verða umbygd til barnagarð.

Kommunurnar kunnu spyrja avvarandi stovnar eftir, men tað er eingin treyt.

Er talan um t.d. røktarheim, ansingarstovn, sjúkrahús ella gistingarhús, so skal bygningurin kortini góðkennast áðrenn hann verður tikin í brúk. Og tástaðni koma stovnar sum Brunaumsjónin, Starvsstovan og Arbeiðseftirlitið inn í myndina - mangan við kostnaðarmiklum krøvum.

-Tá teir avvarandi myndugleikarnir koma aftur um aftur, hevur kommunan mangan hug at seta teir til viks, sigur Petur á Lava Olsen.


Órættvíst

Stjórin á Brunaumsjónini heldur, at framferðin í byggimálunum er órættvís móti byggiharrunum, sum mangan eru óroyndir á økinum.

-Í mongum førum royna teir seg sum byggiharrar fyri fyrstu ferð. Tí handla teir í roynd og veru í góðari trúgv, sigur Petur á Lava Olsen.


Kunngerð í uppskoti

Til tess at binda um heilan fingur er stjórin á Brunaumsjónini tí farin undir at orða eitt uppskot til kunngerð, at leggja fyri landsstýrið. Eina kunngerð, sum skal tryggja, at teir avvarandi stovnarnir verða eftirspurdir áðrenn farið verður í gongd.

-Kunngerðin skal tryggja, at kommunan í síni málsviðgerð hevur eina hoyring millum teir avvarandi myndugleikarnar áðrenn skrivligt byggiloyvi verður latið, sigur Petur á Lava Olsen, sum ætlar at tosa við hinar eftirlitsstovnarnar áðrenn uppskotið verður lagt fyri landsstýrið.