­ Skeiv framferð hjá løgmanni

Løgmaður hevur ikki álagt tinginum at gera nakað sum helst í málinum, og tí er torført at koma aftur um aftur nú, sigur Marita Petersen um leiklutin hjá Edmundi Joensen í sambandi við bankamálið

­ Tað eru heilt greiðar reglur fyri, hvussu tingnevndirnar skuluarbeiða, men Edmundur Joensen brúkar bert sínar egnu reglur, sigur Marita Petersen.

­ Á henda hátt saborterar hann arbeiðið í tinginum. Týðandi dømi um hetta er seinast tingmannanevndin í bankamálinum.

Marita Petersen sigur, at tað varð tosað um í tinginum at fáa eitt aðalorðaskiftið um bankamálið, tá Grønborg frágreiðingin var komin, men tað tordi løgmaður ikki.


Aðalorðaskiftið kom ongantíð í tingið

­ Um hetta orðaskiftið varð fingið í lag, so kundi tað enda við uppskoti til samtyktar, við vali av tingmannanevnd, sum kundi arbeitt víðari við málinum.

­ Tað loysir ongar trupulleikar at seta ein sjálvbodnan tingbólk, tí hann er bert virkin so leingi sum allir partar eru samdir.

­ Løgmaður hevur ikki álagt tinginum at gera nakað sum helst í hesum máli. Hann hevur forsømt sítt arbeiði, og tí er torført hjá honum at koma aftur um aftur, nú bólkurin ikki er til longur, sigur Marita Petersen.

Hon heldur, at tá tingbólkurin í bankamálum bað løgmann leggja málið fyri tingið, men einki kom burturúr, so átti tingið at kravt tað.


Ørkymlandi signal

úr Tinganesi

Marita Petersen sóknast eisini eftir svari til tey ørkymlandi signal, sum í seinastuni er komið úr Tinganesi.

Umframt at skifta út persónar, eitt nú at Eilif Samuelsen nú er talsmaður fyri Landsstýrið, so kundi Marita Petersen hugsað sær at frætt, hvar løgmaður er?

­ Ikki so at skilja, Eilif Samuelsen er ein dugnaligur maður, sum eg avgjørt havi álit á, men er hetta seinasta útspælið frá Landsstýrinum tekin um, at broytingar eru farnar fram í Tinganesi?


Arbeitt miðvíst ímóti ríkisfelagsskapinum

­ Eftir mínum tykki er alt tað, sum Landsstýrið hevur gjørt í hesum máli, verið eins og var tað løgmaður hjá einum loysingarflokki, sum sat í Tinganesi.

­ Løgmaður hevur arbeitt miðvíst við at niðurbróta ríkisfelagsskapin. Tað er løgið, men kanska veit løgmaður ikki av tí, sigur Marita Petersen

­ Er tað rætt at stevna danska statinum?

­ Tað er kanska ruddiligari fyri allar partar,nú vit hava eitt mál, sum vit ikki sleppa víðari við. So eiga vit at stevna, sigur Marita Petersen, sum heldur at soleiðis sum gongdin hevur verið í málinum, hevur samstarvið millum Landsstýri og tingið verið villeiðandi.