Um vikuskiftið hevur nógv knarr verið at hoyra frá ónøgdum sjónvarpshyggjarum. Serliga teimum, ið enn ikki hava ognað sær parabol, og sum tí bert síggja føroyingin. Seinastu tíðina hevur føroyska sjónvarpið verið fyri hørðum ákoyringum, so tað er sum so ikki nakað nýtt í tí. Hesuferð var orsøkin til stóru misnøgdina tó ikki vánaligt, útlendskt tilfar ella endursendingar, tí einki varð víst yvirhøvur.
Mikkjal Helmsdal sjónvarpsstjóri skilir væl, at fólk eru ónøgd og hann heldur sjálvur, at avgerðin um at gevast at senda var skeiv. Hann hevði tó onga ávirkan á tað sjálvur.
Starvsmannafelagið sløkti
Tá ið boðini komu frá landstýrismanninum, um at sjónvarpið og útvarpið skuldu leggjast saman, gekk ikki long tíð fyrr enn starvsmannafelagið eisini kom upp í leikin. Teir avgjørdu, at Svf ikki skuldu senda um vikuskiftið. Mikkjal Helmsdal, stjóri, sigur, at hann hevði fund við starvsfólki hjá sær leygarmorgunin, har tosað varð um, hvørt tey skuldu senda í vikuskiftinum ella ikki. Sjálvur helt hann, at tað var skeivt ikki at senda. Mikkjal sigur tó, at eftir at starvsfólki hevði verið á fundi við starvsmannafelagið varð avgerð tikin um ikki at senda.
? Hetta var ein provokatión frá starvsmannafelagnum og tað eru tiltøk frá teimum, sum hava lagt skermin svartan alt vikuskiftið. Hetta var ikki ein avgerð hjá stovninum, og hetta er heldur ikki ein avgerð eg stuðli. Eg haldi ikki, at tað var rætt at taka hyggjaran til gísla alt vikuskiftið, fyri at gera vart við sína ónøgd mótvegis landstýrinum, sigur ein ógvuliga avgjørdur Mikkjal Helmsdal. Hann metir ikki at hyggjarin skal blandast inn í hetta málið.
Spurdur um hetta málið ikki er blivið til ein hanakamp, har allir partar royna at vera raskastir at provokera hinar, sigur Mikkjal Helmsdal seg onga viðmerking hava til. Hann hevur tó ofta verið lagdur undir at provokera, serliga við seinastu ætlanunum, um at samsenda við eina danska rás. Í løtuni tykist støðan hjá sjónvarpsstjóranum vera sera ógreið. Greitt er tó, at við at sløkkja skermin í vikuskiftinum, gekk starvsmannafelagið beinleiðis ímóti stjóranum í svf.