Í eini heldur jánkasligum lesarabrævi leggur háttvirdi býráðslimurin Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum Tjóveldi undir at leggja eftir Fólkaflokkinum í valstríðnum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Hetta er skeiv adressa Sjúrður, tí tað kann ikki lastast Tjóðveldinum fyri at Tjóðveldi IKKi tekur undir við førda landspolitikkinum hjá Fólkaflokkinum - toppstýrdum av Jørgeni í Sørvági, sum hevur rakt fjøldina av borgarunum í Tórshavnar kommunu meint, við at rinda til ein útvaldan skara, ið hevur nógmikið frammanundan. Harumframt hevur førdi skattapolitikkurin hjá Fólkaflokkinum kostað Tórshavnar kommunu fleiri milliónir krónur við tað, at skattingin av pensjónsinngjaldinum og lækkingin av rentustuðlinum bert kemur landskassanum til góðar, meðan kommunurnar onki fáa av hesum. Her átti Sjúrður Olsen í víðopnum lesarabrævi at harta sínar egnu úr Fólkaflokkinum fyri førdan landspolitikk.
Vit í Tjóðveldi taka IKKI undir við:
• Skattabluffinum hjá Fólkaflokkinum við barnakekki, ið als ikki ber til uttan viðgerð á Føroya løgtingi. Eisini meira almenn umsiting av hesum.
• At gjáin millum tey, ið hava minni, og tey, sum hava meira, gerst enn djypri
• At førdur verður ein lummaliberalisma viðvíkjandi tillutan av makrelloyvum til ein útvaldan skara, ið hevur kostað samfelagnum hundraðtals milliónir krónur. Ístaðin átti veruliga at verðið førdur ein liberalur politikkur við tilfeingisbúð.
• At vælvirkandi stovnar verða fluttir úr Tórshavnar kommunu
Las herfyri eina blaðsamrøðu við høgravenda og liberala svenska fíggjarmálaráðharran úr Moderatarna. Hann verður í dag nevndur fíggjarmálaráðharri nr. 1 í Evropu, og heldur nógvar fyrilestrar um, hví Svøríki er komið so væl burturúr fíggjarkreppuni. Jú, segði hann, at hann fór til verka at leggja ein nýggjan skattapolitikk til rættis. Tað einasta, sum hann ikki vildi gera var at geva ein skattalætta til tey, sum høvdu ráð til at rinda skatt. Hesi skuldu halda fram við at rinda tað sama. Ístaðin umlegði hann skattaskipanina fyri lág- og miðalinntøkur – tey, sum mangla kr. 800 til kr. 1.000 um mánaðin. Hesi skuldu veruliga fáa lættan, tí hesi vóru veruliga drívmegin í einum og hvørjum samfelag, og sum skapa framburð. Hetta hevur givið úrslit í Svøríki. Í Føroyum arbeiðir Fólkaflokkurin mótsatt hesum frálíka skattapolitikki.
Í Tórshavnar býráði hava vit havt eina góða samgongu, har vit hava avrikað nógv, sum er felagsgagnligt fyri allar borgarar í kommununi, og er hesin politikkur júst í andsøgn við førda poltikkin hjá landsstýrissamgonguni, sum situr í dag.Umráðandi er tí, at fáa eitt sterkt Tjóðveldi inn í Tórshavnar býráð, sum áhaldandi kann føra fólksins politikk, har tað ikki bert er styrkin hjá tí sterkasta, sum er avgerandi fyri at bera byrðar og byggja land, men at tað eru tær tyngstu byrðarnar, sum fara at kennast lættar, tá vit hava eina felagskenslu av, at vit virka her á landi og lyfta í felag.
Jákup Símun Simonsen býráðslimur
Og valevni á lista E - Tjóðveldi









