SKEIV ADRESSA MARJUN OLSEN !

Tað er ikki Tvøroyrar Býráð sum hevur ábyrgdina fyri at tey gomlu ikki fá ta røkt
teimum tørvar,so sum tú og fleiri onnur valevni framhildu á veljarafundi í skúlanum í Trongisvági
onskvøldi.
Tvøroyrar kommuna uppfyllir øll krøv á eldraøkinum sum verða sett til eina kommunu.
Ábyrgdin fyri syndarligu støðuni á eldraøkinum liggur hjá m.a. sambandsflokkinum sum tú hevur umboðað á løgtingsvali.
Hesin flokkur hevur verið við til at skera játtanina til heimarøktina inn á bein.
Tá Hamragarður varð tikin í nýtslu varð tímatalið hjá heimarøktini í Suðuroynni skert munandi.
Nógv meir enn tað tímatalið sum búðfólkið stóð fyri.
M.a. hetta hevur gjørt at í dag verður sjálvt akuttørvurin ikki nøktaður.
Tvøroyrar Kommuna varðar ikki av heimarøktini so Marjun ikki rættað skjútsið mót Tvøroyrar Býráð,
tí tað er órættvíst.
Gamaní ! eldrasambýlið varð ikki uppbygt beinanvegin á sama stað,men harfyri eru ætlananir um at byggja
sambýli ikki sleptar
Útlitini fyri einum meiriluta fyri bygging eru góð.
Sjálv eri eg fyri nýbygging á øðrum stað og var tí við til at tryggingarpeningurin og søluprísurin fyri økið
varð oyramerkt til eldraøkið