Skeiv adressa - harra løgmaður

SÍÐANI samgonga varð skipað í fjør og fullveldið varð sett á samgongukortið hava framstandandi fólkaflokspolitikarar við jøvnum millumbili úttalað seg rættiliga avgjørt og negativt - ikki júst ímóti fullveldisætlanini - men ímóti tí politikki, sum samgongupartnarin Tjóðveldisflokkurin hevur rikið. Ikki tí, Fólkaflokkurin hevur fingið nógv av sínum politikki ígjøgnum.

BJARNI DJURHOLM og Óli Breckmann serstakliga hava brúkt eitthvørt høvi til at fýlast at Tjóðveldisflokkinum fyri ikki at reka tann og tann rætta politikkin og hava líkasum brúkt fullveldið sum jarnbrot fyri at tvinga Tjóðveldisflokkin at góðtaka fólkaflokspolitikk á nógvum økjum. Men hóast hetta, so hava fólkafloksmenn kortini ikki fingið nokk av sínum ígjøgnum. Ferð eftir ferð hava teir víst á, at ger Tjóðveldið ikki hetta og hatta, so ber ikki til at gjøgnumføra fullveldisætlaninar.


Í seinastuni hevur Bjarni Djurholm verið altráður at fáa innivist í fjølmiðlunum við sínum atfinningum /mótmælum móti Tjóðveldisflokkinum. Úttalilsi sum at fullveldið sæst ikki aftur í fíggjarætlanini og at Tjóðveldisflokkurin verður noyddur til at góðtaka lønarlækking og skattalættar umframt stórar niðurskurðir í almenna sektorinum eru vorðin gerandistala hjá framstandandi fólkafloksmonnum.


MEN hvat sigur høvdingi fólkafloksmanna, sjálvur løgmaður, tá hann verður biðin um at gera viðmerkingar til hesi úttalilsi? Jú hann sigur bert, at teir trupulleikar, sum hava verið frammi, eru skaptir av fjølmiðlunum. Nei, so lætt sleppur tú ikki harra løgmaður. Væl kanst tú vera ein góður diplomatur, men her er adressan fullkomiliga skeiv. Tað eru tínir egnu fremstu menn, sum hava skapt umrøddu trupulleikar og eiga teir við húð og hár.


LØGMAÐUR roynir við hesum at leggja roykslør yvir veruligu støðuna í flokki sínum. Sjálvur er hann í trupulleikum, tí øðrumegin skal hann varð-veita sín loyalitet mótvegis Tjóðveldisflokkinum, meðan hann hinumegin ikki má traðka niður á teir mongu í sínum egna flokki, sum ikki góðtaka framferðina hjá Tjóðveldisflokkinum. Og hetta eru úttalilsini hjá fyrrv. tingmanninum og einum av fremstu vinnulívsmonnum í Føroyum nakrantíð, Birgir Danielsen, enn eitt prógv um. Hann ger bart út upp við linju Tjóðveldisfloksins og sigur, at tað gongur alt ov skjótt, her er talan um eina kvettroynd osfr. Birgir Danielsen er ikki ein og hvør í fólkaflokshøpi. Ikki heldur er eingin samanhangur millum útspæl hansara og teir mongu ónøgdu og mistrúnu fólkafloksveljararnar frá teimum seinastu veljarakanningunum. Við øðrum orðum hevur løgmaður ein stóran trupulleika, tí sjálvur hevur hann enn ikki kunnað verið vegvísari fyri hesar ónøgdu og ørkymlaðu fólkafloksmenn. Tað er eingin orsøk hjá tjóðveldismonnum at leggja javnaðarfólk undir hatur og skýra teir landasvíkjarar ol. fyri ikki at taka undir við teirra fullveldislinju. Tað ger jú stórur partur av fólkaflokkinum heldur ikki. Tá avtornar er ikki so langt millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin í sjálvstýrisspurningum. Hetta veit løgmaður. Spurningurin er so bara, hvussu Fólkaflokkurin fær Tjóðveldisflokkin at gera nøkur ?innrømmilsi?, uttan at hesi forkoma tí image, sum nýggja stjørna floksins hevur givið flokkinum. Ella tað vit her hava nevnt: hvussu finna vit ?The Missing Link?, ið er tann sjálvstýrisloysnin, sum samgonga og Javnaðarflokkur kunnu góðtaka, tað løgmaður kallar breiða semju.