? Tað er skeivt at býta lønarútreiðslurnar til lærarar millum land og kommunur.
Hetta sigur formaðurin í Føroya Kommunufelag, Jacob Vestergaard á Økrum.
Kommunufelagið hevur havt fund um trætuna við Føroya Lærarafelag, og har var breið semja um, at felagið ikki bakkar.
Jacob Vestergaard sigur, at man sjálvandi altíð kann tosa um, hvørt savnsrøktin er ein kommunal uppgáva ella ikki. Men um so er, so er tað eitt mál millum landið og kommunurnar, ikki millum kommunurnar og Føroya Lærarafelag.
? Tað kann ikki verða rætt, at vit fáa rokningina, tí at Føroya Lærarafelag ikki fær Mentamálaráðið at bera allan kostnaðin, sigur hann. Hetta heldur hann verða prinsippielt skeivt.
Formaðurin í Føroya Kommunufelag heldur hetta verða eitt keðiligt mál. Hann sigur, at kommunurnar hava allar góð viðurskifti við skúlan og við lærarar. Hann heldur tað tí verða sera keðiligt, at kommunur og lærarar á henda hátt verða sett hvør upp móti øðrum.
Jacob Vestergaard er væl greiður um, at hetta ikki er ein spurningur um pengar. Men ein spurningur um prinsipp. Hann væntar, at hetta bara er byrjanin, og at krøvini við tíðini fara at gerast hægri, um Kommunufelagið nú góðtekur henda leistin.
Men tað er ikki tí, at hann heldur, at lærarar fáa ovmikið í løn.
? Læraralønirnar eru alt ov lágar. Teir eiga at fáa væl meira í løn, og savnsrøktin eigur sjálvandi at verða ein partur av hesum, eins og t. d. KT-varaarbeiði er tað, sigur hann. Mentamálið rindar allar útreiðslurnar í sambandi við KT-vørarnar, tí heldur Jaocb Vestergaard, at sama prinsipp eigur at verða við savnsrøktini, heldur hann.
? Nú verður so nógv tosað um at fáa greitt býti millum land og kommunur. Fara vit nú at blanda tingini saman á henda hátt, so verður tað ein vavgreytur, sum vit ikki koma burtur úr aftur, sigur hann.
Jacob Vestergaard sigur, at hann skilir væl lærararnar og at teir eru loyalir yvir fyri Føroya Lærarafelag, ti tað skulu teir vera ? og sjálvandi skulu teir hava løn fyri sítt arbeiði.
? Men adressan er skeiv, tá teir koma til kommunurnar eftir pengum, sigur hann.
::::MYNDATEKSTUR::::::
? Tað kann ikki verða rætt, at vit fáa rokningina, tí at Føroya Lærarafelag ikki fær Mentamálaráðið at bera allan kostnaðin av savnsrøktini, heldur Jacob Vestergaard










