Hóast vanligi áskoðarin ikki sleppur at fáa sær eina bjór ella annan rúsandi løg til altjóða dystir, so eru tó onnur á stadion, sum væl kunnu fáa sær nøkur gløs.
Á sonevndu VIP-økjunum verður nevnliga skonkt bæði her heima og uttanlands. Men sambært aðalskrivaranum hjá FSF, so er hetta ikki í stríð við UEFA-reglur.
- Tá talan er um VIP øki, so er talan í prinsippinum um lukkað selskap. Hesi verða ikki roknað sum partur av áskoðarunum annars, og tá er talan ikki um somu reglur, sigur Ísak Mikladal.