Í morgun visti in.fo at siga, at skeinkistøðini í Havn ikki ætlaðu at gera eftir boðunum frá landsstýrinum um at steingja klokkan 23 á kvøldi.
Hetta søgdu tey, tí at tann seinasti hjálparpakkin ikki var nóg góður, og at tey tí ikki vildu steingja, fyrr enn tey høvdu fingið vissu fyri endurgjaldi.
Sum info skilir støðuna beint nú, so er semja um okkurt, sum ger, at skeinkistøðin fara at lýða boðini frá landsstýrinum og seingja klokkan 23. Tilmælini frá landsstýrinum eru galdandi í 14 dagar til jólaaftan.