Hesa senastu tíðina hevur korona breitt seg sum eldur kring landið og fyrr í vikuni kom landsstýrið við nýggum tilmælum um, hvussu vit skulu gera fyri at fáa tamarhald á støðuni aftur.
Eitt tilmæli var, skeinkistøðini skuldu ikki hava opið. Men tað lurtaðu skeinkistøðini ikki eftir tí tað rakar tey hart fíggjarliga. Landsstýrið hevur nevniliga onga ætlan um at veita teimum fíggjarligt endurgjald fyri mistar inntøkur.
Tí hava tey havt opið sum vant í nátt - men tey settu kortini ta treyt, at fólk skuldu hava koronupass fyri at sleppa inn. Fríggjakvøldið var ein av teimum stóru veitsludøgunum, tí tað var j-dagur, sum er dagurin, tá ið ársins jólabryggj verður at fáa og tá plaga tað at vera nógv fólk í býnum.
Men nú vikuskiftið er av, má ásannast, at hóast skeinkistøðini ikki gjørdi sum løgmaður mælti teimum til, hava gestirnir gjørt tað, tí tað hevur verið ógvuliga tómligt inni á teimum alt vikuskiftið.
Hvørki fríggjakvøldið, ella í gjár, var nakað fólk í býnum, sigur løgreglan. Løgreglan sigur, at av tí sama hevur tað eisini verið rættiliga friðarligt hjá teimum.
Tey hava kortini havt nøkur av teimum málum, sum eru vanlig um vikuskiftini, bara í nógv minni mun. Onkrar ferðir hava boð verið eftir løgregluni til at taka sær av húsaófriði, og tey tey kanna eisini eitt mál um harðskap. Í tí sambandi skulu fólk avhoyrast og úrslitið av tí verður so avgerðandi fyri, um tað endar við einum máli um harðskap.