Skeinkistøð ikki fegin um aftur at rinda gildið

Aftur hevur løgmaður heitt á náttarlívið um at binda frið í nakrar dagar – og serliga nú um vikuskiftið.

Tað merkir alt fyri eitt mistar inntøkur hjá skeinkistøðum.

 

In.fo hevur spurt nøkur fólk í vinnuni, um tey fara at gera eftir boðunum frá løgmanni og steingja um vikuskiftið.

 

– Vit hava tosað saman, men vit eru ikki serliga fegin um, at tað tað aftur skal vera upp á »husets regning« hesaferð, sigur ein vertshúseigari við in.fo.

 

– Tað er eingin ivi um, at eitt endurgjald hevði broytt alt fyri okkum, og tað hevði verið eit tekin upp á vælvild, sigur persónurin, sum ikki ynskir at vera nevndur.

 

At náttarlívið skal steingja merkir beinanvegin inntøkumiss fyri tey, ið varða av skeinkistøðum og náttklubbum.

 

Men eisini hjá gistingarhúsunum sansar nú at. Sum skilst rapla avlýsingar inn av tiltøkum sum fundum, veitslum og øðrum.

 

– Eingin er innlagdur, eingin er álvarsliga sjúkur, øll tey gomlu og veiku eru koppsett, 40 prosent hava fingið fyrra prikið – og so steingja tey samfelagið. Hetta landið er stýrt av fúta og lækna. Her verður bara hugsað um forsigtigheitsprinsippið. Ella er tað bara fyri at kunna fara út í heim og »reypa av hvussu væl vit duga«, sigur ein annar persónur í vinnuni.

 

Ein triði persónur í vinnuni sigur við in.fo, at hann væntar, at skeinkistøðini í Havn fara at hava opið til midnátt.

 

Sum skilst fara tey at tosa nærri saman seinni í dag fyri at taka eina felags støðu.