Skeinkistøð settu aftur tilmælini um korona til viks í nátt

Nakað av fólki var í býnum í nátt, sigur løgreglan

Aftur í nátt vóru tað skeinkistøð, sum ikki hildu tilmælið frá myndugleikunum um korona.

Myndugleikarnir hava mælt til, at kaffistovur, matstovur og skeinkistøð, lata aftur í seinasta lagi klokkan 10 um kvøldið  í eini roynd at forða fyri, at smittan breiðir seg.

Men løgreglan sigur, at tað var nakað av fólki í býnum, og ígjárkvøldið vóru tað trý skeinkistøð í Havn, sum ikki hildu tilmælini frá myndugleikunum, men sum høvdu opið eftir midnátt. 

Løgreglan legði kortini leiðina fram við aftur hjá teimum klokkan 01.15, og tá vóru øll stongd aftur.

Annars var løgreglan eisini á rundferð norðan fyri, men har var alt stongt.

Eisini fríggjakvøldið høvdu skeinkistøð í Havn opið til eftir midnátt, tá var talan um tvey skeinkistøð, sum høvdu opið, men eisini fríggjakvøldið  lukkaðu tey aftur stutt eftir midnátt.