Skeinkistøðini í Havn skulu eftir øllum at døma ikki lata aftur á midnátt á ólavsøku kortini.
Í samrøðu við FM1 í dag greiðir Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, frá, at hon hevur tosað við Bárð á Steig Nielsen, løgmann, og hann hevur greitt henni frá, at landsstýrið hevur avtalu við skeinkistøðini um at hava opið til klokkan tvey.
– Tað, sum eg kann leggja aftrat nú, er, at eg havi verið í samband við løgmann í morgun, og í sambandi við nýggju lógina um heimildina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum er gjørd ein avtala millum landsstýrið og matstovur, skeinkistøð og annað, at mann kann hava opið faktiskt til klokkan tvey á nátt.
– Er tað so, so er støðan sjálvandi eitt sindur øðrvísi. So er tað ein yvirskipað politisk avgerð um at hava longri opið. Og ein tílík politisk avgerð stendur oman fyri koronaráðgevingina, sigur Annika Olsen.
Tað var í gjár, at matstovur og skeinkistøð í Havn høvdu fingið boð frá kommununi um, at tey skuldu lata aftur á midnátt um ólavsøkuna. Hesa niðurstøðuna var kommunan komin til í samráð við koronuráðgevingina, men nú er støðan broytt, staðfestir Annika Olsen.
Annika Olsen heldur tað eisini vera óheppið, at kommunan ikki hevur fingið hesi boðini fyrr, og at koronaráðgevingin vegleiðir kommununi upp á ein annan máta, tí at hetta sendir út ymisk signal og setir kommunurnar í eina trupla støðu.