Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, tá vit fregnast um tíðindi í morgun
Tað var fríggjadagin, at kunngerðin um, at skeinkistøð skulu steingja klokkan 23 á kvøldi hetta til 31. august, kom í gildi. Gjáranáttina var tað eitt pizzaria, sum ikki helt afturlatingartíðina og kann vænta sær eina bót.
Men í gjárkøvldið var friður, og alt læt sambært løgregluni aftur klokkan 23.
Tá veðrið er gott er mangan nógv fólk út, men so var heldur ikki í nátt, sigur løgreglan, sum tí hevur havt ein góða nátt.