Skeinkistøð í Havn krevja fult endurgjald frá Landsstýrinum

Tey halda, at ætlanin hjá Landsstýrinum er ósaklig og tí hava tey krav upp á endurgjald, siga tey

 

Verða skeinkistøðini lukkað, ella verður upplatingartíðin skerd, krevja tey at fáa fult endurgjald frá landsstýrinum fyri tað.

Tað siga umboð fyri sjey skeinkistøð í Havn, nú Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva honum heimild til at avmarkað upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðum við lóg.

Hann skal eisini fáa heimild til at lukka tey heilt, verður tað hildið at vera neyðugt, og hesa heimildina skal hann hava til 31. mars næsta ár.

Umboð fyri tey sjey skeinkistøðini, Glitnir, Bassalt, Tórshøll, Basecamp, Luux, Jomfrúbakkan og Sirkus, siga, at fáa tey fult endurgjald fyri missin, hava tey onga viðmerking til tað. Men ein onnur treyt er, at landsstýrismaðurin skal ikki hava hesa heimildina longur enn til 31. august.

Annars vísa tey á, at tey hava tikið tilmælini frá myndugleikunum um korona í størsta álvara og tí høvdu tey stongt eitt skifti og eitt annað tíðarbil høvdu tey opið til klokkan 22.

Tey siga eisini, at tá ið tey gjørdu av at hava opið longur enn til klokkan 22, var tað tí, at samfelagið hevði latið upp aftur.

Og hvørt vikuskiftið frættu vit um, hvussu fólk ballaðust heima og tá ið tað varð loyvt, dugdu tey ikki at síggja nakað endamál ið at hava lukkað.

Í seinastuni hava tey havt opið til klokkan tvey um náttina, hóast tey hava loyvi til at hava opið til klokkan fýra.

Tey siga, at tað hevur havt stórar, fíggjarligar avleiðingar, men tað hava tey kortini gjørt fyri at vísa ábyrgd, so at tey lata aftur, áðrenn fólk verða ov full.

Men tey leggja afturat, at fer smittan at breiða seg aftur, eru tey eisini sinnað til at broyta støðu. Men tey leggja dent á, at tiltøkini, sum verða sett í verk, skulu ikki vera strangari enn støðan krevur.  

Annars halda tey, at heimildin, landsstýrið nú biðjur um, er ósaklig, tí hon gevur teimum heimild til at steingja eina ávísa vinnugrein, sum kann vera ein smittuvandi, samstundis sum at aðrar vinnugreinar, sum eisini eru ein smittuvandi, sleppa at halda fram, ótarnaðar.

Tí halda tey, at verður tey skerd í sínum virksemi, hava tey fullan rætt til at fáa endurgjald fyri tann fíggjarliga missin, tey hava av hesum.