Skeinkistøð fara at hava longri opið

– Tað er púra meiningsleyst hjá okkum at lata aftur klokkan 22 um vikuskiftini, tí tá eru fólk ikki farin í býin

– Nú tíma vit ikki meira.

Tað tykist vera niðurstøðan hjá fleiri skeinkistøðum í Havn, sum tískil hava tikið avgerð um, at tey fara at hava longri opið enn til klokkan 22 á kvøldi um vikuskiftini.

Tað sigur ein loyvishavari, sum in.fo hevur tosað við. Viðkomandi vil ikki vera nevndur av ótta fyri, at tað kann fáa avleiðingar, um hann stígur alment fram og tosar ímóti tilmælinum um, at alt skeinkivirksemi skal steðga klokkan 22.

Sum in.fo skilir støðuna, so hava fleiri loyvishavarar avrátt sínamillum, at tey fara at hava opið til á midnátt um vikuskiftini.

– Vit taka øll fyrivarni og fylgja heilsuráðnum annars fult út. Men tað er púra meiningsleyst hjá okkum at lata aftur klokkan 22 um vikuskiftini, tí tá eru fólk ikki farin í býin, sigur ein loyvishavari, sum in.fo hevur tosað við.