Skeinking í stríð við UEFA-reglugerðir

Tað var ikki í tráð við UEFA-reglugerðir, tá útskeinking fer fram so nær stadion, at hetta kann metast sum partur av stadionøkinum

Fótbóltur

 

Fyri fyrstu ferð slapp føroyski 12. maður at gera nýtslu av nýggju regluni í rúsdrekkalógini, har loyvi kann gevast til skeinking til ávís tiltøk.

Leygarkvøld var, áðrenn dysturin móti Italia varð blástur ígongd, og tí vóru ivaleyst fleiri, sum fegnaðust um, at tjald við tónleiki, sølu av skreytlutum og sølu av øli var sett upp við Gundadalshøllina. Og skal metast eftir fólkamongdini inni í stóra tjaldinum, so var talan um eina brakandi succés, sum við hesum varð stáplað upp á beinini.

 

Tjaldið var partur av stadion

Tað vóru tó ikki øll, sum vóru eins fegin um hetta. Ein av hesum var aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, sum bæði yvir fyri loyvisnevndini og løgregluni gjørdi vart við, at hetta ikki er í tráð við UEFA-reglugerðir.

- Lat meg fyrst siga, at eg so avgjørt ikki havi nakað ímóti, at fólk fylkjast áðrenn ein landsdyst, soleiðis at lagið kring stadion verður av tí besta. Og vit í FSF eru eisini sera fegin um tann stuðul og tey tiltøk, sum 12. maður skipar fyri.

- Men júst tjaldið til dystin leygardagin kann geva okkum trupulleikar. UEFA reglugerðirnar fyriskriva púra greitt, at útskeinking á leikvøllinum til dystin ikki er loyvd. Hetta tí fótbóltur og alkohol ikki á nakran hátt eiga at tengjast saman. Sjálvandi sært tú til dystir uttanlands, at barrir eru beint við stadion, og at áskoðarar sita har undan dystinum. Men tað eru ymisk kriterium, sum verða nýtt, tá metast skal um, hvørt hesi eru partur av stadion ella ikki. Millum annað er tað ein grundregla, at tað ikki skal bera til hjá fólki at fara út í hálvleikinum at keypa sterkan løg, fyri síðani at koma innaftur á stadion. Kunnu tey tað, so er skeinkistaðið at meta sum partur av stadionøkinum.

- Og tað var eisini hetta, sum meiningin var at gera vart við. Bæði mótvegis loyvisnevndini og mótvegis løgregluni. Talan var als ikki um at melda nakran til løgregluna ella at senda nakra innberætning til UEFA, men vit hava kannað málið hjá UEFA og er teirra niðurstøða í trá við okkara. Tað er mín skylda at reagera, um vandi er fyri at brot verður framt á reglurnar. Geri eg ikki tað, so kundi FSF væl fingið ein alvorligan trupulleika, heldur Ísak.

 

Lætt at loysa málið

Og aðalskrivarin heldur, at tað sum so kundi verið heilt lætt at loyst málið, soleiðis at hetta ongan tíð hevði verið nakar trupulleiki.

- Serliga haldi eg, at loyvisnevndin og løgreglan kundu spurt FSF eftir í málinum. Tí hóast alt eru tað vit, sum standa fyri landsdystinum, og tí er tað væl relevant, hvørjar altjóða reglugerðir vit hava at arbeiða eftir.

- Tá kundu vit í góðari tíð fingið at vita, hvørjum arbeitt varð við, og so kundu vit sagt okkara hugsan. Mín meting er annars, at eitt slíkt tjald ikki má liggja nærri enn umleið 5 minuttir gongd til leikvøllin. Tá vildi fjarstøðan gjørt, at tað ikki varð roknað sum partur av stadion-økinum, og so var eingin sum helst trupulleiki. Og lat meg enn eina ferð sláa fast, at vit í FSF so absolutt einki hava ímóti, at tiltøk verða skipað fyri áskoðarunum.