Skeinkiloyvi er spurningur um søluloyvi

­ Persónliga haldi eg tað vera óneyðugt at fólkavaldir skulu taka avgerð í máli, sum av røttum átti at verið ein avgreiðsluspurningur, sigur býráðslimurin, sum var millum teirra, ið atkvøddi fyri at lata fleiri skeinkiloyvi

­ Eg havi ongantíð hildið at talið av skeinkiloyvi fær fólk at drekka hvørki meir ella minni, men vil heldur meta út frá, at matstovuvinnan, sum allar hinar liberalu vinnurnar, fáa møguleika at virka undir somu treytum, sigur Tórfinn Smith, býráðslimur.

Hann heldur ikki, at tað er rætt, at nakrar matstovur skulu takast fram um aðrar, og at býráðið og teir fólkavaldu skulu taka støðu til mál, sum annar áttið at verið avgreiðsluspurningur.


Krevjandi treytir

­ Harnæst eru treytirnar fyri at fáa skeinkiloyvi so krevjandi, at øll, sum lúka tær, eiga at fáa tað.

­ Verða treytirnar ikki hildnar, missir loyvishavarin skeinkiloyvið, so einfalt er tað, sigur Tórfinn Smith.

­ Av tí at lógin sigur, at eitt tal fyri loyvum skal ásetast, vónar býráðslimurin, at 40 loyvi tilsamans skuldi verið nóg mikið til at nøkta tørvin fleiri ár frameftir, soleiðis, at tey, sum eru hugaði fyri at royna matstovuvinnuna, og hini sum koma í framtíðini, eisini fáa møguleikar til tess.


Gomul mentan var ­ikki at eta afturvið

­ Hvat heldur tú um tað, tá sagt verður, at tað er óføroyskt at fáa eitt glas aftuirvið matinum?

­ Tað er rætt, at tað er ikki er gamal føroyskur siður.Gomul føroysk brennivínsmentan er at drekka ríkligt, uttan at eta afturvið.

­ Eisini er gomul føroysk mentan á hesum økinum, at veðseta jørð fyri brennivín, sigur Tórfinn Smith og vísir á viðurskiftini fyri fáum árum síðan, at brennivín var størsta valuta áðrenn nýggja rúsdrekkalógin kom.


Meiningsleyst

Hann setir spurnartekin við, hví tey, sum ikki vilja broytingar, skulu avgera eitt mál, um onnur hava hug at játta. Tað er meiningsleyst, heldur hann. Tað er einki krav, at fólk skulu drekka vín afturvið matinum, um tey heldur viælja hava sodavatn, fyri tað sum matstovan hevur skeinkiloyvi.

­ Personliga haldi eg tað vera óneyðugt at fólkavaldir skulu taka avgerð í máli, sum av røttum átti at verið eitt avgreiðsluspurningur.


Hvussu um ov nógvur damuhandlar vóru?

­ Hetta er ein spurningur um søluloyvi. Eg veit ikki, hvat býráðið hevði sagt, um t.d. varð avrátt, at nóg nógvir handlar vóru, sum seldur damuklæðir í Havn, ella um ov nógvar bingohøllir, og tí var neyðugt at taka handilsloyvi frá vinnurekandi.

­ Skulu matstovur hava møguleika at virka undir ásettum treytum, og annars lúka hesar, so mugu allar matstovurnar eisini hava valmøguleikan at fáa skeinkiloyvi - um so er at tær eru hugaðir fyri tí. Tað er tó eingin sum krevur, at matstovur, sum ikki ynskja skeinkiloyvi, skulu veita hesa tænastu, sigur Tórfinn Smith.