Skeið viðger foreldra leiklutin

Tá vit seta foreldraleiklutin á breddan, eru tað ofta ein rúgva av spurningum og ivamálum, sum stinga seg upp. Tey sum eru foreldur í dag, hava heilt aðrar avbjóðingar enn undanfarin ættarlið. Samfelagið mennist við rúkandi ferð, og spurningurin er tí ofta hvussu vit megna at brynja børn okkara til framtíðar krøv og væntanir.

 

Foreldraleikluturin er ein stórur lutur við nógvum avbjóðingum. Tí bjóðar Sigbritt við Neyst til nýtt og áhugavert skeið, har foreldur hava møguleika at viðgera evnir, so sum týdningin av tilknýti, at seta mørk og hvussu foreldur styrkja sjálvsvirði hjá børnunum.

 

Sigbritt við Neyst er hevur lisið námsfrøði, gestaltterapeuti og útviklingspsykologi. Hon eigur eisini  fyritøkuna Sp/f 2be, sum bjóðar skeið, fyrilestrar og samrøður.
 

Hon greiðir frá, at tá vit seta foreldraleiklutin á breddan eru tað ofta ein rúgva av spurningum og ivamálum, sum stinga seg upp. Tey sum eru foreldur í dag, hava heilt aðrar avbjóðingar enn undanfarin ættarlið. Samfelagið mennist við rúkandi ferð, og spurningurin er tí ofta, hvussu vit megna at brynja børn okkara til framtíðar krøv og væntanir. 

Í dag vita vit at stórur partur av uppælingsháttinum, sum fyrr varð nýttur, hevur verið ógagnligur, og í vissan mun beinleiðis skaðiligur fyri psykisku heilsuna og menningina hjá barninum. Hetta sæst í dag við tað at nógv vaksin hava lágt sjálvsvirði, trívast og mennast ikki og fleiri taka heilivág fyri at halda psykuna í javnvág.


Vit vita í dag at tað er skaðiligt at lasta eitt barn kropsliga, og at niðurgera ella útihýsa tað. Hetta síggja vit eisini leivdir av í samtíðini. Tó, sigur Sigbritt, at tað er umráðandi at vit ikki brúka ov nógva orku uppá at hava peikifingurin eftir farna ættarliði, tí tey óivað gjørdu eftir bestu sannføring, og tey løgdu eisini nógv gott í okkum. Heldur eiga vit at hyggja eftir teim uppgávum sum liggja okkum fyri framman.


Vitanin um hvussu vit ikki eiga at uppæla, kann hava við sær at vit gerast virkislamd, greiðir hon frá, tí vit missa okkara egna grundarlag, tá vit ikki kunnu brúka tær royndirnar vit sjálvi hana. Børn hava tørv á at tað er tann vaksni tekur ábyrgd, setir mørk, skapar eitt gott og álítandi tilknýti til barni og vísir barninum uppmerksemi og nærleika.


Ein tann størsta frustratiónin foreldur standa við í dag, er at vit ynskja at barnið passar væl inn í tær skipanir, reglugerðir og virðir sum familjan, barnagarður, skúli og samfelagið hevur. Alt ímeðan vit ikki vilja traðka á barnins egna vilja, integretet, kreativitet og kensluna av at tað er viðurkent júst so um tað er. Hetta er ein avbjóðing fyri nógv foreldur, greiðir Sigbritt frá. 


Skeiðið er ikki rætta til nakað ávíst slag av foreldrum, men heldur øllum sum vilja gerast tilvitaði um foreldraleiklutin. Tað er líka mikið um avbjóðingin er tvey ára gamla barnið, sum berjist fyri at sleppa í skitnu spiderman draktina, fimta dagin á rað, ella um tað er tannáringurin, sum vil drekka seg fullan, og renna nakin á sandinum á einum festivali. Á skeiðnum verður hugt at avbjóðingunum, leiklutunum og hvat hendir í samskiftinum millum foreldur og børn. 


Endamálið, við at gera eitt skeið har foreldraleikluturin verður settur á breddan, er at skapa eitt forum har vit kunnu viðgera allar tær avbjóðingar vit møta í samskiftinum børnini. Hvussu vit, sum hava so stóra ávirkan á lívið og framtíðina hjá børnunum, kunnu geva teimum tað allarbesta, sigur Sigbritt.