Skeið fyri føroysk kommunustýri í Íslandi kostar út við 3 mió kr.

Tað kostar út við tríggjar milliónir krónur at senda allar teir 203 kommunustýrislimirnar á skeið í Íslandi

Tey telja atkvøður á býráðsvalinum í Havn 12. oktober 2024 Mynd: Álvur Haraldsen

– Tað kostar 10.000 krónur fyri hvønn at fara á skeiðið í Íslandi, sum Kommunufelagið bjóðar teimum 203 kommunustýrislimunum í teimum 29 kommununum í Føroyum í Føroyum. Omaná tað skulu kommunurnar eisini rinda kommunustýrislimunum endurgjald fyri lønarmiss fyri teir fýra dagarnar, skeiðið varar.

 

Um vit siga, at hvør kommunustýrislimur skal hava 1.000 kr um dagin fyri lønarmiss, so skulu 812.000 krónur leggjast omaná, so kostar tað kommununum tilsamans 2.842.000 krónur.

 

Tað sigur ein kommunustýrislimur, sum in.fo hevur tosað við.

 

– Eg kundi hugsað mær at sloppið á hatta skeið, men eg havi ikki møguleika at fara, sigur viðkomandi, sum ikki ynskir at verða nevnd.

 

Les eisini: Býráslimir til Íslands á skeið í at vera býráðslimur

 

– Tað hevði verið sera gott hjá okkum í smáu kommunum, sum ikki hava so nógv embætisfólk at dúva uppá, sigur viðkomandi, sum ikki ynskir at vera nevndur.

 

Niðanfyri sæst, hvussu nógv tað kostar kommunum at senda allar teir 203 kommunustýrislimirnar á skeið. Umframt skeiðsgjaldið skulu kommunurnar rinda limunum gjald fyri lønarmiss teir fýra dagarnar, skeiðið varar.

 

##med2##

 

 

 

Tey telja atkvøður á býráðsvalinum í Havn 12. oktober 2024 Mynd: Álvur Haraldsen