Tíðindaskriv: Teleios er navnið á eini skeiðrøð, sum byggir á eina samanrenning av nútímans kommunikatiónspsykologi og tí kristnu lívshugsjónina.
Skipað verður fyri tveimum vikuskiftisskeiðum í sept. mánaði.
Á tí fyrsta skeiðinum 17.-19. sept. 2004 verður undirvíst í samskifti (kommunikatión millum menniskju) Skeiðið miðar ímóti at geva luttakarunum betri fatan av teimum viðurskiftum sum ávirka teirra samskifti við onnur. Eitt nú ynskir, tørvir, fordómar, lívsroyndir.
Endamálið við hesum skeiði er:
? at læra hvussu ein lurtar eftir og hjálpir øðrum, uttan sjálvur at gerast útbrendur
? at uppliva sunnar relatiónir til familju, vinir, starvsfelagar og meinigheitir.
Á tí seinna skeiðnum 24.-26.9.2004 »Sig sandheden i kærlighed« verður dentur lagdur á at vera trúgvur móti egnum kenslum
? at tora at taka upp ósemjur
? at læra seg at siga sannleikan í kærleika
Um nóg stórur áhugi er, er ætlanin eisini at skipa fyri einum stuttum kvøldskeiði í leiðslu av smábólkum.
Hetta skeiðið er ætlað fólki, sum standa fyri smáum bólkum eitt nú cellubólkum, alfa, ungdómsbólkum, krisubólkum m.m.
Teleiosskeiðrøðin hevur vunnið stóra virðing í nógvum trúarfelagsskapum í Skandinavia.
Royndirnar hava verið so góðar, at eisini í vinnulívinum í Noregi eru Teleios-skeiðini vorðin ein eftirspurd vøra.
Kostnaður fyri hvørt vikuskiftisskeið er 700,- (umfatar undirvísing, skriftligt tilfar og kost).
Kvøldskeiðið 200,- kr.Nærri fæst at vita hjá samskiparunum Elsa og Tummas í Garði tlf. 310150, 220797 og 224957.










