Fyritøkur verða alsamt meira tengdar at sínum starvsfólkum. Teirra førleiki og áhugi er í stóran mun avgerandi fyri, um fyritøkan (privat ella almenn) ber seg væl, er kappingarfør og lýkur krøvini hjá umheiminum.
Mikudagin 21. febr. skipar TK Stovan fyri skeiði um Human Ressource Management (HRM). Gongdin seinastu árini hevur verið, at starvsfólkaábyrgdin er í brennideplinum, og leiðarum verður álagt nógv størri ábyrgd á hesum øki í dag í mun til fyrr. Harumframt hevur leiðarin rakstrarliga ábyrgd innan framleiðslu, fíggjarviðurskifti, sølu osfr.
Á skeiðnum verður kjakast um hugtakið HRM (Human Ressource Management), sum uppfatar starvsfólkini sum eitt tilfeingi, sum verður at virða og gagnnýta á skilabesta hátt.
Kunnað verður um hugtakið førleiki (kompetenca), og somuleiðis verður hugtakið karriera umrøtt ? ikki sum leiðslutengt menning av nøkrum einstaklingum ? men lýst sum ein lívsleið hjá okkum øllum.
Dagurin er ætlaður sum samrøður millum fyrilestrahaldaran og luttakaran, og dentur verður í stóran mun lagdur á ítøkiligar royndir og avbjóðingar hjá luttakarum í teirra egna gerandisdegi.
Skeiðleiðari verður Henrik Holst Larsen, dr. merc. frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, sum er professari í Human Ressource Management. Hann hevur skrivað fleiri greinar og bøkur um HRM ? eisini við serligum atliti til HRM í smærri og miðalstórum fyritøkum. Hann hevur eisini arbeitt sum ráðgevi fyri fyritøkur og stovnar, og hevur harumframt undirvíst á skúlum í m.a. USA, Finnlandi og Bulgaria. Skeiðið er serliga ætlað toppleiðarum og millumleiðarum á miðalstórum og størri fyritøkum/stovnum.
Áhugað kunnu melda seg til skeiðið á TK Stovuni ? www.tk.fo ? innan mánadagin 19. februar.