Búnaðarstovan skipar fyri skeiði um framtíðarinnar mjólkneytahald hósdagin 4. apríl 2013 á Búnaðarstovuni og fjølmiðlarnir verða bodnir at vera við klokkan 10-12.
Evnið, sum tá verður tikið upp, er:
Broytingar í mjólkarvinnuni í Norðanlondum seinastu 30 árini og hvat vænta vit komandi 30 árini.
Føroysk mjólkarframleiðsla stendur á einum vegamóti. Nakrir framleiðarar hava verið noyddir at gevast og aðrir umhugsa at halda uppat, og teir, sum fara at halda fram, mugu laga seg til nýggjar tíðir.
Lærari á skeiðnum er íslendski landbúnaðarfrøðikandidaturin Snorri Sigurðsson, sum seinastu árini hevur starvast sum granskari og ráðgevi hjá Videncenter for landbrug í Danmark innan mjólkneytahald.
Hann hevur prógv sum landbúnaðarfrøðikandidatur (Cand agro) frá Landbohøjskolen í Keypmannahavn og er ein teirra, sum veit mest um robottmjólking og rákið annars innan mjólkneytahald í Norðanlondum og aðrastaðni.