Norska fyritøkan MIKOS, skipar fyri skeiði í Føroyum á Hotel Hafnia mikudagin. Morten Selven, sum er dagligur leiðari á MIKOS, skal sjálvur halda skeiðið. Heitið á skeiðnum er "Tað næsta stóra effektivitetsstigið".
Morten hevur hollar royndir innan vinnuna og at ráðgeva vinnukundum. Eitt av evnunum, sum verða tikin fram, er "Diversity". Hetta merkir fjølbroytni. Morten leggur dent á, at ein fyritøka fær størstan vinning, tá ið starvsfólkini eru so ymisk sum gjørligt. Tá er tó neyðugt at hava leiðarar, sum samla træðrirnar, og fáa starvsfólkini at arbeiða væl saman.
- Modernaði marknaðurin verður størri og størri, og kappingin gerst harðari og harðari. Ein fyritøka klárar seg ikki, um hon somu vøru í tvey ár. Hon má allatíðina endurnýggja seg til tess at klára seg í kappingini. Hetta ger hon best við at hava eina góða skipan við fjølbroyttum starvsfólkum, sigur Morten.
MIKOS arbeiðir nógv við kanningum, har ið teir kanna, hvussu stóran vinning ein íløga ger.
- Nýggjasta kanningin vísir, at fólk, sum liva í einum lukkuligum hjúnarlag, arbeiða betri og eru meira effektiv. Um ein fyritøka ger eina íløgu í hjúnarlagnum hjá starvsfólkunum, gevur íløgan avkast, sigur Morten.
Kaj Klein starvast eisini hjá MIKOS. Hann er føroyingur, sum er búsitandi í Norra. Hann er við Morten í Føroyum.
- Vit hava verið í Føroyum og havt skeið fyrr. Undirtøkan var góð tá. Eg eri sjálvur føroyingur, og tí haldi eg, at tað er spennandi hjá okkum at koma til oyggjarnar og selja okkara vøru, sigur Kaj.
Morten hevur eisini verið í Føroyum fyrr.
- Eg havi verið ofta í Føroyum. Føroyar eru yndisferðamálið hjá konuni hjá mær. Hon slapp tó ikki við hesaferð, sigur Morten, sum rósar føroysku fyritøkunum, ið royna seg á altjóða marknaðinum.
- Eitt eyðkenni fyri føroyingar er, at teir ræðast ikki. Atlantic Airways hevur fingið nógvar sáttmálar í Norra, hóast felagið hevur nógv verri fortreytir enn nógv norsk flogfeløg. Føroyingar ræðast ikki kapping og tora at hugsa nýskapandi, sigur Morten at enda.









